Herborg L. Johannesen vart ph.d. um jodinntøku
Fríggjadagin 5. september 2025 vardi Herborg Líggjasardóttir Johannesen ph.d. ritgerð sína um jodinntøku og kost í Føroyum.
Eini 100 fólk vóru til verjuna, sum byrjaði við eini sera greiðari framløgu hjá Herborg.
Síðani fingu tvey av metingarfólkunum høvi at seta spurningar og kjakast við Herborg um arbeiðið hjá henni.
Tann fyrri var Claus Bogh, professari á IRS - Esbjerg og Grindsted Sygehus, sum legði størst dent á kostin og kostvanar og kanningarnar av hesum.
Tann seinna var Maria Andersson, lektari á Nutrition Research Unit, University Children’s Hospital Zurich, sum helt ritgerðina verða so góða, at tað í grundini ikki vóru nakrir serligur spurningar at seta. Í staðin umrøddu og kjakaðust tær um jod og jod upptøku.
Eftir verjuna og ein stuttan fund kunngjørdi Carsten R. Bjarkam, formaður í metingarnevndini, at tað var ein samd nevnd, sum innstillaði til Aalborg Universet, at Herborg fær ph.d.-heitið fyri ritgerð og verju.
Bæði metingarfólkini og høvuðsvegleiðarin, Stig Andersen, róstu Herborg fyri sera dygt og áhugavert arbeiði og týdningarmikla gransking, sum er gjørd parttíð við síðuna av hennara starvi sum serlækni á Landssjúkrahúsinum.
Jodinntøka í Norðuratlantshavi: Lýsing av jodinntøku og kostinum í Føroyum
Ritgerðin hevur heitið: Jodinntøka í Norðuratlantshavi: Lýsing av jodinntøku og kostinum í Føroyum. Hon varpar ljós á jodstøðið í Føroyum og hevur týdning fyri bæði heilsufakliga vitan og framtíðar heilsupolitikk.
Heimsheilsustovnurin (WHO) mælir til regluligt eftirlit við jod-støðuni, serliga hjá barnakonum, tí jod er avgerandi fyri virksemið hjá skjaldkertlinum (evnaskiftið) og menningina av heilanum hjá fostrum og nýføðingum. Bæði ov lítið og ov nógv jod kann hava neiligar heilsuavleiðingar.
Í ritgerðini er jodinnihaldið í føroyskum matvørum kannað, og jodstøðið hjá ungum, vaksnum og barnakonum er mett.
Úrslitini vísa, at hóast føroyingar ikki hava sveran jodmangul, er lítil mangul kortini funnin hjá vaksnum kvinnum og barnakonum. Hetta kann hava týdning fyri heilsuna og møgulig avleiðing er stoffskiftissjúkur. Kosturin hevur ein avgerandi leiklut í jodinntakinum. Søguliga hava føroyingar etið nógv av fiski, sjófugli og tara, sum eru matvørur við høgum jodinnihaldi. Men broyttir matvanar kunnu hava elvt til fallandi jodstøði.
Í Danmark og øðrum londum er jodríkað salt kravt í matframleiðslu, men hetta er ikki galdandi í Føroyum. Sjálvbodna skipanin kann elva til ójavnt jodinntak.
Ritgerðin gevur eina mynd av jodstøðuni í Føroyum og skjalfestir eina broyting, sum kann elva til jodmangul. Hon gevur eitt íkast til kjak um kost og heilsu og kann vera grundarlag undir møguligum heilsupolitiskum átøkum.
Herborg L. Johannesen er serlækni á Landssjúkrahúsinum og hevur arbeitt við verkætlanini har. Hon hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Deildini fyri Kliniskt Medisin á Aalborg Universiteti.
Vegleiðingartoymið
Stig Andersen, professari á Deildini fyri Kliniskt Medisin á Aalborg Universiteti, høvuðsvegleiðari
Anna Sofía Veyhe, lektari á Deildini fyri Heilsu og Sjúkrarøkt á Fróðskaparsetrinum og Heilsugranskingareindini í Sjúkahúsverkinum.
Stine Linding Andersen, lektari á Deildini fyri Kliniskt Medisin á Aalborg Universiteti.
Maria Skaalum Petersen, professari á Deildini fyri Heilsu og Sjúkrarøkt á Fróðskaparsetrinum og leiðari á Heilsugranskingareindini í Sjúkahúsverkinum.
Metingarnevndin
Claus Bogh, professari á IRS - Esbjerg og Grindsted Sygehus, Forskningsenhed for Endokrinologi
Maria Andersson, lektari á Nutrition Research Unit, University Children’s Hospital Zurich, Switzerland
Carsten Reidies Bjarkam, professari á Klinisk Institut á Aalborg Universitetssjúkrahúsi, formaður
Orðstýrari
Jens Tølbøll Mortensen, lektari á Deildini fyri Kliniskt Medisin á Aalborg Universiteti
Verjan var á enskum. Enska heitið á ritgerðini er: Iodine Nutrition in the North Atlantic. Illuminating the Iodine Nutrition and Diet in the Faroe Islands.
Granskingarráðið hevur latið partvísan stuðul til verkætlanina frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum.
Á myndini frá vinstru: Maria Skaalum Petersen, Anna Sofía Veyhe, Claus Bogh, Jens Tølbøll Mortensen, Herborg L. Johannesen, Carsten R. Bjarkam, Maria Andersson og Stig Andersen. Stine Linding Andersen vantar á myndini.