Skriva út
Lagt út: 03.06.2011

Helgi Nolsøe vart licentiat ritgerð á Chalmers

Hósdagin 26. mai vardi Helgi Nolsøe, granskari á Havstovuni, licentiat ritgerð sína á Chalmers Universitetinum í Gøteborg.

Ritgerðin ber heitið "Protein Yield and Protein Isolate Quality when applying pH-shift Processing on Cod, Haddock and Blue Whiting Fillets". Hon viðger úrtøku og góðsku av protein isolatum, framleiddum úr toski, hýsu og svartkjafti við pH shift tilgongdini.

Helgi Nolsøe hevur í hesum sambandi skrivað skrivað tríggjar greinar, ið allar eru prentaðar í altjóða vísindaligum tíðarritum.

Høvusvegleiðari var Ingrid Undeland frá Chalmers Universiteti, hjávegleiðari var Hóraldur Joensen frá Fróðskaparsetri Føroya. Próvdómari var Maud Langton Ph.D. frá SIK. 
 
Les meira um Helga Nolsøeí Heilagrunninum