Skriva út
Lagt út: 20.05.2010

Heitari sjógvur meira toskur


Í 20unum og 30unum var nógvur toskur í Barentshavinum. Tá var eisini munandi heitari í sjónunum, enn tað var í ártíggjunum sum komu. Nú uppliva fiskimenn aftur heitari sjógv og meira fisk.

Alt norðuratlantshavið gjørdist heitari í 20unum og 30unum. Tíðarskeiðið við økta hitanum náddi eitt hæddarpunkt síðst í 30unum, men hitin helt sær fram til miðskeiðis í 60unum. Tá gjørdist sjógvurin aftur kaldari. Men tey seinastu árini er sjógvurin aftur hitnaður.

Ken Drinkwater, sum granskar við Havforskningsinstituttet og Bjerknessentret í Bergen, hevur saman við starvsfeløgum funnið nýggjar hættir at greiða frá hesum fyribrigdinum. Fleiri av hesum frágreiðingunum eru funnar í vísindaligum bókmentum, sum lýsa viðurskiftini fyri 80-90 árum síðan.

Fyri tað fyrsta gerst Barentshavið ikki heitari av tí, at atmosferan í polarøkinum verður hitað upp, soleiðis sum vit vanliga hugsa, tá broytingar eru í hitalagnum.

-Upphitingin stavar fyrst og fremst frá, at heitur sjógvur streymar inn í Norður Atlantshavið og upp til Barentshavið, sigur Drinkwater við forskning.no.

Upphitingin í sjónum hevði stóra ávirkan á vistskipanina í 20unum og 30unum. Nógv meira toskur varð veiddur eins og toskurin var nógv størri enn vanligt. Eitt nú flutti tann arktiski-norski toskurin longur norður at gýta og nøgdin av toski í Íslandi og Grønlandi vaks eisini munandi. Tað var ikki einans toskurin sum ávirkaðist, men eisini lodnan og sildin.

Tá granskarar skulu greiða frá, hvussu heitari vatn førir við sær meira fisk, so brúka teir eina sokallað buttom-up frágreiðing: Heitari vatn førir við sær størri nøgdir av plantuæti, sum førir við sær størri nøgdir av djóraæti, sum aftur førir við sær størri nøgdir av sild og londnu, sum gevur størri føðigrundarlag til tey størru fiskasløgini.

Gott grundarlag er í vísindaligu bókmentunum fyri, at meir kemur undan gýtingini hjá toski, tá sjógvurin er heitur, og minni tá sjógvurin er kaldur.

Síðan 2003 er tann arktiski-norski toskurin aftur farin at gýta framvið Finnmørkini. Hetta hevur ikki verið sæð tey seinastu 40 árini, sambært forskning.no.

Tey seinastu árini er nøgdin av toski í Barentshavinum vorðin eins stór og hon var í 20unum og 30unum, men enn hava granskarar ikki sæð eina tilsvarandi øking í eitt nú Íslandi og í Grønlandi.

Granskingin í hesi verkætlanini vísir, at vitanin um náttúruligar veðurlagsbroytingar er týdningarmikil í mun áseting av kvotum og fiskadøgum, verður sagt úr norska vísindaportalinum.

Kelda: forskning.no