ragnheiður og tráin (4).png
Skriva út
Lagt út: 12.08.2026

Heitari sjógvur hóttir fuglaveiðuna

Ógvislig afturgongd í fuglastovninum hóttir aldargomlu føroysku fuglaveiðuna. Granskarar á Fróðskaparsetrinum eru nú farnir undir at kanna, hvat hetta merkir fyri samleikan hjá føroyingum. 

Lundi, lomvigi og annar sjófuglur hava heilt síðani landnámstíðina verið ein týðandi partur av føðini hjá nógvum føroyingum. Tá eingin fiskur var í sjónum, var fuglurin ein týðandi føðslukelda. Í 1900 vórðu 200.000 lundar tiknir í Føroyum, í 2000 var talið 95.000, men í dag verða bert nakrir hundrað lundar fleygaðir um árið. 

Týdning fyri samleikan

Ragnheiður Bogadóttir, lektari og granskari á Fróðskaparsetrinum, er saman við Tráin Petursson Nónklett, granskara, farin undir at kanna, hvønn týdning tað hevur fyri samleikan hjá føroyingum, at fuglaveiða møguliga skjótt fer í søguna. Kanningin er partur av granskingarverkætlanini LostToClimate, som er ein av fleiri verkætlanum í stóra granskingarátakinum hjá NordForsk um Arktis.

- Fyri oyggjar sum Mykines, Skúvoy og Fugloy hevur fuglaveiða altíð havt stóran mentanarligan týdning. Fólk í hesum oyggjum hava havt holla vitan um fuglastovnar, veiðihættir og matgerð, sum nú er í vanda fyri at fara fyri skeyti. Tá umstøðurnar broytast, og siðbundin livikor og handverk missa sín týdning, hava vit ikki somu amboð at skilja, hvat hesi tap hava við sær, sum vit hava fyri at skilja tap, ið lættari kunnu mátast fíggjarliga, sum til dømis infrakervi, sigur Ragnheiður Bogadóttir.

Óevnislig tap

Við í granskingarverkætlanini LostToClimate eru eisini granskarar úr Finnlandi, Svøríki, Íslandi, Grønlandi, Kanada, Noregi, Danmark og USA. Endamálið við verkætlanini er at kanna, hvørji óevnislig tap lítil arktisk samfeløg hava sum avleiðing av veðurlagsbroytingum. 

- Í føroyska døminum leggja vit dent á at lýsa, hvussu hækkandi sjóhitin ávirkar fuglastovnin í so stóran mun, at veiða av nøkrum fuglasløgum er um at doyggja út. Vit vilja kanna, hvat hetta merkir fyri mentan og samleika hjá føroyingum, sigur Tráin Petursson Nónklett.

Les meira um granskingarverkætlanina um týdningin av fuglaveiðu í grein hjá NordForsk her: Fuglefangst på Færøerne er truet af stigende havtemperaturer | NordForsk

Mynd NordForsk: Tráin Petursson Nónklett and Ragnheiður Bogadóttir, granskarar á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum.