Skriva út
Lagt út: 02.12.2016

Heini W. Rasmussen vart ph.d. á Setrinum

Fríggjadagin 2. desember vardi Heini Winthereig Rasmussen, cand.polyt., ph.d.-ritgerð sína: “Flow Through and Around a Group of Fish Farming Cages”. Í verkætlanini eru nágreiniligar mátingar gjørdar av, hvussu rákið broytist, meðan tað ferðast ígjøgnum útgerðina á aliøkinum á Gulanum. Síðani er roynt at endurskapa rákið við simuleringum við nýmentum teldumyndlum. Samanberingar eru eisini gjørdar við áður gjørdar mátingar í royndarbrunnum.

Heini Winthereig Rasmussen hevur verið innskrivaður sum ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og hevur verið í starvi á Fiskaaling, meðan hann hevur arbeitt við verkætlanini. Verkætlanin er fíggjað av Granskingargrunninum og P/F Fiskaaling.

Vegleiðarar hava verið Knud Simonsen, granskingarleiðari hjá Fiskaaling, Øystein Patursson, granskari á Fiskaaling, og Pascal Klebert, granskari á SINTEF.

Í próvnevndini vóru Bárður Niclasen, adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya, Odd Magnus Faltinsen, professari á Norges Tekniske og Naturvitenskapelige Unversitet (NTNU), og David Fredriksson, professari á US Naval Academy, New Hampshire, USA.

Góð og undirhaldandi verja
Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, bjóðaði vælkomin og kunnaði um ph.d.verjuna og um próvnevndina. Síðani fekk Bárður A. Niclassen, formaður í próvnevndini, orðið. Hann greiddi frá avrikinum hjá Heina W. Rasmussen og hvussu hann hevur lokið ymsu ásetingarnar í ph.d.kunngerðini fyri at kunna sleppa at verja ph.d.ritgerðina. Próvnevndin var samd um, at arbeiðið er á slíkum stigi, at tað kundi verjast sum ph.d.

Heini W. Rasmussen fekk ein hálvan tíma til at greiða frá um arbeiðið og granskingina, sum hann hevur gjørt saman við vegleiðarunum og øðrum.

Fyrri andmælingurin at seta Heina W. Rasmussen spurningar var Odd Magnus Faltinsen. Hann spurdi neyvt inn til orðingar og val, sum Heini W. Rasmussen hevur gjørt sum part av ritgerðini. Hann spurdi bæði um sjálva nótina og um ávirkan hjá fiski í nótini. Kjakið var gott og Heini svaraði væl fyri seg.

Aftana steðgin var tað David Fredriksson, sum fekk orðið. Hann var sera lívligur og lættur í síni framløgu og spurningum, og fekk fleiri ferðir øll í hølinum at flenna. Álvari var sjálvandi aftanfyri spuningarnar, og kjakið var ikki minni akademiskt enn undan steðginum.

Próvnevndin helt síðani ein stuttan fund at meta um, hvussu verjan hevði gingið. Løtu seinni kundi Bárður A. Niclassen vegna nevndina kunngera, at Heini W. Rasmussen hevði staðið seg væl til verjuna og mælti til, at hann fekk tillutað ph.d.heitið.

Sigurð í Jákupsstovu handaði honum síðani ph.d.prógvið.

Les um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.