Skriva út
Lagt út: 31.08.2007

Heimsráðstevna: lívfrøðiligt margfeldi

Heimsráðstevna innan lívfrøðiligt margfeldi í havinum verður í Valencia, Spania, í døgunum 11. - 15. november 2008.

Endamálið við ráðstevnuni er:

  • At gera eitt yvirlit yvir kunnleikan um lívfrøðiligt margfeldi í havinum, týdning av hesum í marinu vistfrøðiskipanini og teimum sosioøkonomisku viðurskiftunum.
  • At meta um nútíðar og framtíðar hóttanir og møguligar ætlanir fyri avmarkingum og skipaðum viðurskiftum av tilfeinginum í havinum.
  • At áseta raðfestingar innan framtíðar granskingarøki.

Meira kunning um ráðstevnuna: http://www.marbef.org/worldconference/index.php