Skriva út
Lagt út: 28.06.2018

Heimsmálini í fokus á granskingarøkinum

Seinastu mánaðirnar eru tey 17 heimsmálini hjá ST av álvara komin á breddan í Føroyum.

Seinast hevur Nám latið upp eina temasíðu á Snar við ørgrynnu av tilfari til skúlar og onnur um heimsmálini. Síðan sæst her

Á granskingarøkinum eru eisini alt fleiri, sum skipa arbeiðið, granskingina og stuðulin til gransking í mun til heimsmálini, stytt SDG frá enska heitinum Sustainable Development Goals.

Fleiri stuðulsskipanir eru longu farnar at krevja, at umsøkjarar ítøkiliga siga í umsóknum um stuðul, hvørji SDG tey ætla at arbeiða við.

Í komandi stuðulsskránni hjá ES til gransking og nýskapan, sum kallast Horizon Europe, verða raðfestu økini væntandi eisini skipað í 5 bólkar, sum byggja á heimsmálini.  Les um Horizon Europe her

Í UNESCO høpi eru heimsmálini eisini vorðin leiðandi mál fyri arbeiðið hjá felagsskapinum. Til ber at lesa um hetta arbeiðið á unesco.org

Føroyar hava atlimaskap í UNESCO.

Tey 17 heimsmálini

Tey seytjan burðardyggu menningarmálini hjá Sameindu Tjóðum eru hesi:

1. Gera enda á fátækradømi í øllum sínum líki allastaðni
2. Gera enda á hungri, tryggja, at matur er tøkur, bøta um føðsludygd og virka fyri burðardyggum landbúnaði
3. Tryggja øllum heilsugott lív og virka fyri trivnaði fyri øll í øllum aldri
4. Tryggja inkluderandi og javnbjóðis dygdargóða útbúgving og virka fyri lívlongum læringarmøguleikum fyri øll 
5. Fáa í lag javnstøðu millum kynini og virka fyri, at konufólk og gentur fáa meira mátt og myndugleika
6. Tryggja, at vatn og reinførisviðurskifti eru í lagi og umsitin á burðardyggan hátt 
7. Tryggja, at øll fáa álítandi, burðardygga og tíðarhóskandi orku, sum øll hava ráð til
8. At virka fyri varandi, inkluderandi og burðardyggum búskaparvøkstri, fullum og lønandi virksemi og sømiligum arbeiði til øll
9. Byggja varandi undirstøðukervi, virka fyri inkluderandi og burðardyggari ídnaðarmenning og eggja til nýhugsan
10. Minka ójavnan í londum og ímillum lond
11. Gera býir og búsetingar inkluderandi, trygg, dygg og burðardygg
12. Tryggja burðardygga nýtslu og framleiðslumynstur
13. Seta í verk bráðneyðug tiltøk at berjast ímóti veðurlagsbroytingum og avleiðingum av teimum
14. Varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning
15. Verja, fáa í rættlag aftur og virka fyri burðardyggari nýtslu av jarðvistskipanum, á burðardyggan hátt røkja skóg, berjast ímóti oyðimarkarmyndan, steðga landtýningum og steðga lívmargfeldismissi
16. Virka fyri friðarligum og inkluderandi. Útvega øllum atgongd til rættartrygd og byggja effektivar, ábyrgar og inkluderandi stovnar á øllum stigum
17. Styrkið Heimsfevnandi felagsskapin fyri burðardyggari menning og økið miðlarnar til at náa málinum