Skriva út
Lagt út: 07.01.2022

Heilsuøkið ment munandi við Sjúkrakassagrunninum

- Av tí at øll í Føroyum høvdu verið við til at stuðla sjúkrakassarnar, so ynsktu vit, at fæið skuldi verða býtt út uppá tann mátan, at øll fingu gleði av tí. Eftir at hava hoyrt frágreiðingarnar frá teimum ymisku verkætlanunum, so má eg bara siga, at tað hevur verið heilt fantastiskt.

- Nú tá eg hugsi, at tað eru sjey ár, síðani vit sótu við hesum her, so hevði eg ikki droymt um, at tað vóru so nógv, sum høvdu fingið gleði av hesum pengunum.

Millum annað hetta segði Jákup N. Olsen, fyrrverandi nevndarformaður í Sjúkrakassagrunni Føroya, tá eftirmetingin av Sjúkrakassagrunninum varð løgd fram á fundi hósdagin 6. januar 2022.

Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, legði fram frágreiðingina, sum er gjørd um virksemið hjá Sjúkrakassagrunninum síðani 2014.

Fleiri stuttar framløgur vóru um úrslit frá nøkrum av teimum mongu verkætlanum, sum eru vorðnar stuðlaðar.

Síðani var pallborðskjak um, hvat er komið burturúr og hvørji næstu stigini skulu vera.

Luttakararnir vóru Jenis av Rana, landsstýrismaður í granskingarmálum, Jákup N. Olsen, fyrrv. nevndarformaður í Sjúkrakassagrunninum, Magni Mohr, prorektari fyri gransking á Fróðskaparsetrinum, og Jan Rasmussen, formaður í Granskingarnevndini á Landssjúkrahúsinum.

Í kjakinum var breið semja um, at tað hevur eydnast at menna heilsuøkið munandi hesi árini við peninginum frá sjúkrakassunum í Føroyum. Verkætlanirnar hava givið nýggja vitan, betri heilsutilboð, styrkt fakligar førleikar og samstarv um gransking á heilsuøkinum. Tað hevur eydnast at seta nýggjar dugnaligar og ágrýtnar granskarar við, sum fara at kunna flyta okkum enn longri fram á leið.

Tað varð staðfest, at føroysk heilsugransking, sum var sera avmarkað fyri umleið 10 árum síðani, er ment munandi við stuðli úr Sjúkakassagrunninum. Dentur varð lagdur á, at tað nú er alneyðugt, at tað almenna raðfestir gransking væl hægri við fígging til granskarastørv og granskingartíð til læknar og onnur í heilsuverkinum, so til ber at halda góðu kósina. Annars er vandi fyri, at vit missa fólk av aftur landinum og framstigini á gólvið.

Víst varð á, at stuðul til gransking er íløga, sum í nógvum førum loysir seg fíggjarliga umframt menniskjansliga. Hetta er ikki minst galdandi í heilsuverkinum, har læknar við granskingarroyndum kunnu átaka sær fleiri serviðgerðir í Føroyum, heldur enn at senda fólk av landinum til viðgerðar. Hetta er í longdini bæði betri og bíligari fyri borgaran og fyri samfelagið.

Smærru verkætlanirnar við stuðli frá Høvuðsøki 1 hava havt sera stóran týdning fyri áhugafeløg og limir tess kring landið og tær hava verið við til at skapa størri fólksligt tilvit um nyttuna av gransking fyri tann einstaka. Hetta fegnaðist Jenis av Rana, landsstýrismaður, serliga um, tí tað er neyðugt at fáa vanlig fólk og politikarar at skilja, hvussu stóran týdning gransking hevur fyri samfelagið.

Annika Sølvará tók at enda samanum og endurtók tá, at tað er tørvur á at finna fígging til framhaldandi gransking á heilsuøkinum. Fyrsta stigið kundi verið at játtað meira pening til Granskingargrunnin, sum lutfalsliga hevur væl lægri játtan í dag enn fyri 10-15 árum síðani.

Fundurin varð stroymdur, upptøkurnar síggjast her

Les frágreiðingina her

Til ber eisini at fáa prentað eintøk við at skriva til gransking@gransking.fo