Skriva út
Lagt út: 15.01.2020

Heilsuframi á vísindaligum grundvølli

- Granskingarúrslitini eru greið, og stundin er komin til, at vit sum samfelag skipa kropsliga rørslu og spæl á vísindaliga grund til frama fyri fólkaheilsuna. Tað sigur Magni Mohr, professari, sum saman við øðrum legði nýtt vísindaligt bókaverk fram 14. januar 2020. 

Leygardagin í næstu viku verður nýggja vísindaliga bókaverkið, ”Football as Medicine”, lagt fram í Kongshøll í Havn, men longu 14. januar var bókaframløga í Danmark.
72 granskarar og høvundar úr 18 ymsum londum hava givið sítt íkast til bókina, sum lyftir próvbyrðuna um, at fótbóltsvenjing kann meira enn at fyribyrgja sjúku. Ávís væl skipað rørsla kann rætt og slætt eisini brúkast sum viðgerð hjá teimum,sum hava hjarta- og æðrasjúku ella evnaskiftissjúku, umframt at hon er heilsugóð fyri vøddar og beinagrind.

Fulla heitið á bókini, sum fevnir um granskingarúrslit tey seinastu 15 árini, er ”Football as Medicine - Prescribing Football for Global Health Promotion”.
Fremja heilsu við fótbólti

Bókin inniheldur spildurnýggja vitan um, hvussu heilsufótbóltur ávirkar børn, eldri, fólk við kropsligum sjúkum og sálarligum avbjóðingum, og eisini hvussu hetta slagið av rørslu ávirkar sosialt veikar samfelagsbólkar.

Somuleiðis borðreiðir bókin við ítøkiligum fólkaheilsufremjandi amboðum, sum feløg, stovnar og kommunur kunnu gagnnýta.

Peter Krustrup, professari á Syddansk Universitet og Daniel Parnell frá University of Liverpool hava ritstjórnað bókina, og Magni Mohr, professari, á Fróðskaparsetrinum er ein av teimum 72 rithøvundunum innan human fysiologi, medisin, sálarfrøði, sosiologi og fólkaheilsufrøði, sum hava skrivað ymisku partarnar í bólkini.

Fremja heilsu altjóða og nationalt
Sterka vísindaliga próvførslan, sum verður løgd fram í bókini, vísir, at fótbóltur virkar sum breiðspektraður heilivágur ella sum ein “poly-tablett” fyri lívstílssjúkur.
Grundin er, at spælið er sokallað hybridvenjing, sum samantvinnar treystis-, styrkis- og harða intervalvenjing. Hendan rørslan stimbrar hjarta og minkar blóðtrýst, kropsfeitt og kolesterol í blóðinum. Vøddarnir styrkjast,eins og beinagrindin, og kropsjavnvágin mennist.

Samstundis er spælið stuttligt, eggjandi og sosialt gevandi. Fótbóltur er heimsins best umtókta spæl og eitt av sterkastu brandum uttan mun til, hvussu gomul fólk eru, hvat kyn tey eru, hvaðani tey eru ella hvørja sosiala støðu tey eru í. Og hesin grundvøllur er væl egnaður til at eggja fólki til at gerast virknari kropsliga.
Út frá hesum kunnu konseptini í “Football as Medicine” brúkast til at fremja fólkaheilsu altjóða og her á landi.

-Amboðini í hesi bókini eru so ítøkilig og púra klár at taka í nýtslu hjá heilsustarvsfólki, politikarum, kommunum, stovnum og ítróttarfeløgum, sigur Magni Mohr, professari.

-Mín vón er, at stóra vísindaliga vitanin, sum nú er samlað í hesum bókaverkinum, fer at hava við sær eitt “paradigmuskifti”. Stundin er komin til, at vit sum samfelag skipa kropsliga rørslu og spæl á vísindaliga grund til frama fyri fólkaheilsuna, sigur Magni Mohr.

Latið óvirkin og sjúk spæla
Granskararnir hava saman við ítróttarfakfólki ment granskingargrundað bóltspæl fyri fólkaskúlanæmingar, kropsliga óvirkin vaksin og fleiri ymiskar sjúklingabólkar.
Fleiri av hesum konseptum eru longu sett í verk ymsastaðni í heiminum, meðan onnur eru klár at verða tikin í nýtslu.

Talan er m.a. um "FIT FIRST", "11 for Health", sum er til fólkaskúlanæmingar, “Football Fitness”, sum er til kropsliga óvirkin fólk og eldri, og so er eisini fótbóltsspæl fyri sjúklingabólkar, so sum “Football for the Heart”, “FC Prostate”, “Football Fitness ABC (After Breast Cancer)” og “Football for Socially Deprived”.

Konseptini kunnu nýtast breitt og á tryggan hátt við fáum neiligum hjáárinum, eisini fyri eldri fólk, sjúklingar við ov høgum blóðtrýsti, typu2-diabetes og prostata-krabbameini.

Bókin er tvørfaklig og eitt hent amboð hjá lesandi, granskarum og praktikkarum, sum arbeiða við kropsligari rørslu og heilsu, fólkaheilsu, heilsuframa og medisini, umframt ítrótti í samfelagnum.

“Football as Medicine” varð  løgd fram í Danmark av Peter Krustrup, ritstjóra, Magna Mohr, professara og Georg Nasis umboðandi teir 72 rithøvundarnar.

Bókaframløga verður – sum nevnt - í Føroyum í sambandi við altjóða vísindaligu ráðstevnuna, “Football is Medicin 2020”. Framløgan verður í Kongshøll á Vestaru Bryggju leygardagin 25. januar kl. 11.45-12.15.

Samband: Magni Mohr - magnim@setur.fo

Kelda: setur.fo