Skriva út
Lagt út: 13.01.2021

Heilsufótbóltur kann metast sum tryggur venjingarháttur í mun til korona smittuvanda

Nýggj vísindalig grein í tíðarritinum “BMJ Open” við heitinum “Danger zone assessment in small-sided recreational football: providing data for consideration in relation to COVID-19 transmission” greinar, hvussu leingi og hvussu ofta vanlig fólk eru í vandastøðum (Danger Zone; DZ) í mun til COVID-19 smittuvanda í heilsufóltbólti.

Verkætlanin er ein samstarvsverkætlan ímillum Magna Mohr, professara á Fróðskaparsetrinum og danskar og serbiskar granskarar. Mannagongdin er, at GPS-dátur frá eldri heilsufóltbóltsverkætlanum eru greinaðar, har kannað verður, hvussu stóran part av eini heilsufótbóltsvenjing leikararnir eru í vandaøkinum, sum er lýst sum ein radius á 1,5 m frá einum møguliga smittaðum viðleikara.

Høvuðsúrslitini vísa, at í ymiskum fótbóltssmáspølum er einstaki leikarin 34-115 sekund per tíma í smittuvandaøkinum, umframt at 80% av tíðini í vandaøkinum er styttri enn 2 sekund. Tískil er heilsufótbóltur ikki kontaktítrótt, men ein venjingarháttur við stuttum og sporadiskum kontaktum ímillum leikararnar. Sostatt verður mett, at heilsufótbóltsspæl er ein tryggur kropsligur venjingarháttur í mun til COVID-19 smittuvanda.

Kanningarúrslitini geva heilsumyndugleikum um allan heim møguleika at meta um vandan av fótbóltsspæli í mun til neiligu kropsligu, sosialu og sálarligu árini av at steðga barna-, ungdóms- og heilsfóltbóltsspæl í COVID-19 kreppuni. “30% av heimsins borgarum megna ikki minstukrøvini fyri kropsliga rørslu og undir koronakreppuni er kropsligt óvirkni vaksið um allan heimin. Samstundis er tað staðfest, at kropsligt virkni fyribyrgir og eigur at vera partur av viðgerðini av 26 kroniskum sjúkum, og tí mugu avgerðir at steðga ítróttarvirksemið takast á granskingargrundaðum støði og ikki í mun til magakenslur”, sigur Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi. “Fótbóltur er heimsins størsta ítróttargrein við umleið 250 milliónum virknum spælarum. Tískil hevur spælið ómetaliga stóra jaliga ávirkan á globalu fólkaheilsunu, og tí gevur okkara nýggja grein myndugleikunum vísindaliga próvførslu í mun til koronasmittuvanda”, sigur Magni Mohr.

Høvundarnir á greinini eru: Morten B Randers, Nikolas Sten Knudsen, Manuel Mounir Demetry ThomasenJeppe Panduro, Malte Nejst Larsen, Magni Mohr, Zoran Milanovic, Peter Krustrup og  Thomas Bull Andersen. 

Greinin kann lesast her

Mynd: Tilvildarlig mynd frá heilsufótbólti

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.