Skriva út
Lagt út: 20.05.2015

Heilsan til Fróðskaparsetur Føroya á 50 ára degnum

Granskingarráðið ynskir Fróðskaparsetri Føroya hjartaliga til lukku á 50 ára degnum. Vit ynskja stovninum, starvsfólki, studentum og øllum avvarðandi hjá stovninum eina bjarta framtíð sum miðdepil fyri fyri útbúgving og gransking í Føroyum. Vit vóna at næsti rundi føðingardagurin kann verða hildin í hóskandi hølum hjá stovninum sjálvum á kampusøkinum, sum fer av verða skapt komandi 10 árini.

Vit vilja á degnum minna á granskingarpolitikkin Vitan & Vøkstur, sum Vísindaráðið samtykti í januar 2011.

Undir yvirskriftini "Styrktir karmar fyri føroyskari gransking" samtykti Vísindaráðið  m.a hetta um Fróðskaparsetur Føroya:

Fróðskaparsetur Føroya miðdepil fyri útbúgving og gransking

Umhvørvi fyri útbúgving og gransking verða savnað við einum sterkum Fróðskaparsetri Føroya sum natúrligum miðdepli og samstarvsfelaga.

Tilgongdin at leggja útbúgvingarstovnar afturat Fróðskaparsetrinum og uppstiga allar útbúgvingarnar skal halda fram. Granskingarumhvørvini eru smá og viðbrekin og skulu í størst møguligan mun verða løgd saman í størri eindir fyri at tryggja dygd og samanhang. Virksemið hjá sektorgranskingarstovnunum skal verða samskipað og formliga knýtt at Fróðskaparsetrinum, har tað ber til. Fróðskaparsetrið skal eisini hava avtalur við útlendskar stovnar um útbúgving og gransking.

Fróðskaparsetrið skal vera ein sterkur og sjónligur útbúgvingar- og granskingarstovnur, sum gagnnýtir tøka tilfeingið í Føroyum til dygdargóðar útbúgvingar og dygdargóða gransking, sum samfelagið hevur brúk fyri.

Felags arbeiðsumstøður fremja samstarv og dygd

Arbeitt skal verða miðvíst við at skapa eitt gott felags arbeiðsumhvørvi á Fróðskaparsetrinum og sektorgranskingarstovnunum. Arbeiðsplássini hjá granskarunum og undirvísingarøkini skulu liggja lið um lið, soleiðis at útbúgvingarumhvørvið fær nyttu av teimum hentleikum, sum granskingin kann veita. Karmar skulu skapast, har granskarar og lesandi á øllum fakøkjum kunnu nýta somu arbeiðshøli, undirvísingarhøli, bókasavn, teldunetverk, matstovu og annað.

Stovnarnir og granskararnir hava fyri neyðini at hava eitt universitets- og granskingarbókasavn tøkt við væl útgjørdum hølum, neyðugum bókmentum, fullari atgongd til elektronisk tíðarrit og tøkniligum amboðum.

Vísindapolitikkurin Vitan og Vøkstur sæst her