Skriva út
Lagt út: 07.04.2021

Heilsa og gerandisdagur hjá avvarðandi at persónum vð demens verða munandi ávirkað

Ein frágreiðing um støðuna hjá avvarðandi at persónum við demens í Føroyum er júst almannakunngjørd. Frágreiðingin byggir á spurnakanning um støðuna hjá avvarðandi at persóni við demens.

Endamálið við kanningini var at lýsa, hvussu gerandisdagurin hjá familjum verður ávirkaður av demenssjúkuni, t.v.s. um avvarðandi uppliva fíggjarligar, sosialar og heilsuligar avleiðingar av leiklutinum sum avvarðandi. Eisini var ynski at kanna, hvørji tilboð avvarðandi og persónurin við demens hava fingið bjóðað í samband við demenssjúkuna.

Kanningarúrslitini vísa millum annað, at:

- Heilsan hjá avvarðandi er ávirkað
- Gerandisdagurin hjá avvarðandi er ávirkaður
- Tilboð til avvarðandi og persónin við demens eru ikki nóg góð

Maria Skaalum Petersen, lektari á Fróðskaparsetrinum og granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Sáru Reinert og Elisabeth Anthoniussen, masterlesandi, hava staðið fyri vegna Alzheimerfelagið. Verkætlanin er stuðlað av øki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum.

Sí frágreiðingina her