Skriva út
Lagt út: 18.06.2008

Heilavirksemi og orðablindni hjá smábørnum

Við nýggjum arbeiðshættum ber nú til at varnast vanda fyri orðablindni nógv fyrr, enn tað higartil hevur verið gjørligt. Børn, har eitt av foreldrunum er orðblint, reagera øðrvísi enn onnur børn, tá ið tey hoyra orð, longu frá tey eru hálvtannað ár. Hetta vísir doktararitgerðin Lexical processing in typically and atypically developing toddlers: Insights from event-related brain potentials, eftir Janne von Koss Torkildsen við Lærda háskúlan í Oslo.

 

- Tað hevur týdning at finna fram til børn, sum eru í vandabólkinum fyri at gerast orðblind so tíðliga sum gjørligt. Venjing og viðgerð hava betri árin, jú yngri barnið er, sigur Torkilsden.

 

Í dag vita vit lítið um málsliga fatan hjá pinkubørnum og smábørnum, tí at tað ikki ber til at kanna tey við samrøðum ella øðrum vanligum kanningarhættum. Við at festa elektrodur á høvdið hjá barninum bar til hjá Torkildsen á einfaldan og pínuleysan hátt at fáa greiðu á, hvussu heilin hjá barninum reageraði í sambandi við orð og myndir, uttan at barnið sjálvt skuldi siga ella gera nakað.

 

Børnini sóu til dømis eina mynd av einum hundi, samstundis sum tey hoyrdu orðið ‘banan’. Hjá børnum, ið hava vanligar málsligar gávur, hendi eitt kraftugt hopp í heilavirkseminum, sum svar uppá skeiva sambandið millum orð og mynd. Hinvegin hendi hetta ikki hjá børnum í vandabólkinum fyri at gerast orðblind. Tað merkir ikki, at børn í vanda fyri at gerast orðblind ikki skilja, hvat ‘banan’ merkir, men tey viðgera orðið øðrvísi enn teirra javnaldrar.

 

Doktararitgerðin vísir, at kanningar av virksemi í heilanum kunnu geva nýggja vitan um málmenning hjá smábørnum.

 

Les meira her.