Skriva út
Lagt út: 26.06.2012

Heiðursløn fyri góða miðling av gransking

Granskingarráðið hevur gjørt av at heiðra ein persón, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum.

Talan kann verða um granskara, miðalfólk ella annan, sum á greiðan og lætt skiljandi hátt hevur lýst granskingarúrslit og víst ávirkanina og týdningin av hesum í okkara gerandisdegi. Hetta kann vera í útvarps- ella sjónvarpssendingum, í greinum, fyrilestrum, bókum, plakatum ella øðrum.

Almenn og skipað miðling av granskingarúrslitum er sera týdningarmikil fyri okkara fatan av gransking og av nyttuni, sum granskingin hevur fyri okkara gerandisdag.

Granskarar vera oftast mettir eftir, hvussu dugnaligir teir eru at miðla vísindaliga, og hetta er sjálvsagt sera týdningarmikil partur av teirra starvi. Samstundis er tað tó greitt, at hendan miðlingin ofta er til aðrar granskarar og ikki til almenningin. Tí er eisini neyðugt at kunna meira alment um gransking og granskingarúrslit. Tað er ikki altíð lætt, tá evnir ofta eru bæði umfatandi og torskild. Tað skulu tí serligir førleikar til at miðla alment.

Granskingarráðið bjóðar øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa heiðurin fyri bestu miðlingina av gransking fyri 2012. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví víðkomandi eigur at fáa heiðurin. Eisini skal avrit av greinini, bókini, filminum, ljóðupptøkuni ella líknandi leggjast við uppskotinum. Tað ber eisini til at senda slóðir til keldurnar í staðin.

Ein dómsnevnd við umboðum frá felagnum Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrinum og Granskingarráðnum fer at finna besta boðið millum innkomnu uppskotini. Her er neyvari lýst, hvat dómsnevndin fer at leggja dent á. Vinnarin verður kosin á Vísindavøkuni 2012, fríggjakvøldið 28. september.

Seinasta freist at senda uppskot inn um, hvør skal móttaka heiðurin er 10. september 2012. Uppskot skulu sendast til Granskingarráðið á teldupost gransking@gransking.fo ella við brævi til Granskingarráðið, Bryggjubakki 12, Postrúm 259, 110 Tórshavn.