Skriva út
Lagt út: 14.07.2014

Heðin Jacobsen vart ph.d um yvirvekt og viðgerðarhættir

Tann 9. mai 2014 vardi skurðlæknin Heðin Jacobsen ph.d. á Universitetinum í Oslo.

Ritgerðin hevur heitið: "Laparoscopic Roux-en-Y Gastric Bypass - Improving treatment with Fast-Track methodology".

Oponentarnir vóru:
Docent Mikael Wirén, Vrinnevissjukhuset, Norrköping, Sverige
Professor Peter Funch-Jensen, Aarhus Universitet, Danmark
Kristin Bjørnland, Institutt for klinisk medisin, Universitetet i Oslo

Dr.med. Hjørtur Gislason, Aleris Helse var høvuðsvegleiðari. 
 
Fitiskurðlæknin og granskarin Heðin Jacobsen og starvsfelagar hansara á Aleris Helse hava víst, at tað er møguligt at tví- og trífalda talið á skurðviðgerðum (gastric bypass), sum kunnu greiðast á hvørjari skurðstovu, hvønn dag, uttan at tað fær ávirkan á trygdina hjá sjúklinginum og uttan at talið av starvsfólkum verður økt.

Skurðviðgerð fyri fita er mest virknað viðgerðin fyri yvirvekt og fylgjusjúkur í sambandi við yvirvekt. Tað verður alsamt størri byrða hjá heilsuverkinum, at fólk verða feitari og tí er stríð um orkuna, sum sett verður av til hesa uppgávu. Høvuðsmálið við ritgerðini hjá Heðini Jacobsen var at fáa mest burturúr orkuni og at bøta um góðskuna á skurðviðgerðunum.
   
Frá 2005 til 2012 greiddi toymið á Aleris Helse 6000 gastric bypass skurðviðgerðir. Endamálið var at laga mannagongdirnar í sambandi við skurðviðgerðir, at seta í verk "fast-track" meginreglur og at streymsamskipa útgerðina. Virkisføri varð líðandi tvífalt yvir 5 ár, soleiðis at til bar at greiða úr hondum 5-7 skurðviðgerðir fyri fita um dagin á hvørjari skurðstovu. Viðgerðartíðin og tíðin til doyving vóru settar niður til tað stytsta, sum enn er ávíst. Nýggir skurðlæknar eru eisini útbúnir, uttan at tað hevur givið trupulleikar.

Fyribyrging og viðgerð fyri tarmakast og leka, sum eru álvarsom árin eftir gastric bypass skurðviðgerðir, vóru eisini evni í ritgerðini. Nýggjur viðgerðarháttur fyri tarmakast hevur víst góð úrslit. Ein viðgerðarætlan við skjótari skurðviðgerð, tá ið illgruni um leka var, hevur víst seg at minka um avleiðingarnar fyri sjúklingarnar eftir slíkar komplikatiónir. Royndirnar frá hesum arbeiðinum eiga at kunna tillagast og nýtast í øðrum skurðviðgerðum fyri at økja um virkni og trygdina. 

Um ph.d. ritgerðina: Institutt for klinisk medisin

Kelda: Portal.fo