Hedin Abrahamsen Ph.D. Verja
Skriva út
Lagt út: 09.03.2026

Heðin I. Abrahamsen vart ph.d. um aldugjørt rák

Mánadagin 9. mars 2026 vardi Heðin Ingi Abrahamsen ph.d.-ritgerð sína við heitinum: “Numerical nearshore model of waves and wave generated currents”.

Ph.d.-verjan, sum var í Kongshøll, gekk væl. Metingarfólkini lótu væl at bæði avriki og verju. 

Sum ph.d.-lesandi hevur Heðin Ingi Abrahamsen verið starvssettur á Firum og innskrivaður og seinni í starvi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Vegleiðaratoymið:
Bárður A. Niclasen og Knud Simonsen, lektarar á Fróðskaparsetri Føroya, høvuðsvegleiðarar
Gunnvør á Norði og Tróndur J. Kragesteen, vinnuvegleiðarar á Firum
Øystein Patursson, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, hjávegleiðari

Metingarnevndin:
Karin Margretha H. Larsen, adjungeraður lektari á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk)
Lars Ganzel, lektari á NTNU
Harry B. Bingham, professari á DTU

Verkætlanin er stuðlað av Innovationsfonden (Grant No. 019600022B), Betri Stuðul, Føroyagrunninum og  Mowi Føroyar.

Mynd: (c) Privatmynd. Á myndin er Heðin saman við metingarnevndini beint eftir verjuna.

Sí akademiska vangan á pure.fo

Samandráttur

Avmarkaða talið av vardum økjum fær alarar at flyta út á meira ábard øki. Hesi øki hava tó avbjóðingar við høgari aldu og hørðum ráki. Hóast útgerðin er gjørd til at tola slíkt umhvørvi, kunnu umhvørvisligar avbjóðingar framvegis hava neiliga ávirkan á heilsu og trivnað hjá fiskinum. Ringar við flótiringi í vatnskorpuni og søkkringi í botninum eru teir mest vanliga brúktu í laksaaling. Í umhvørvi við nógvari aldu og hørðum ráki verður søkkringurin lyftur upp, og tann treingingin kann seta lív og heilsu hjá fiskinum í vanda. Høvuðsendamálið er at menna ein numeriskan myndil, sum kann vísa undir hvørjum um støðum aldugjørt rák er væntandi. Verkætlanin kannar hættir at máta og rokna út rúmið í alinótini. Mátingar á alibrúkinum á Sandsvág vísa hart rák, serliga í tíðarskeiðum við høgari aldu. Samanhangurin millum alduhædd og aldugjørt rák, og eisini millum aldu, rák og rúmbroyting í alinótini, verður kannaður. Harumframt verður frekvensspektrið av rúm broytingunum greinað. Numerisk myndul av aldugjørdum rákið tvørtur um eina grynnu verður kannaður, og síðani fluttur yvir á Sandsvág. Fyrst verður aldugjørt rák aftan fyri eina grynnu myndlað numeriskt í einum royndarbrunni. Síðani verður brunnurin við grinnuni stigaður upp til verðuliga stødd. Í einari aðrari roynd verður grynnan broytt til eitt nes, fyri betri at umboða viðurskiftini á Sandsvág. At enda verður ein numeriskur myndil gjørdur, ið byggir á botnmátingar í økinum kring Sandsvág.