Skriva út
Lagt út: 17.04.2012

Havstreymar ringja seg á jørðini

Við hjálp av eygleiðingum og mátingum av jørðini, hava granskarar gjørt eina hugfangandi animatión av rørslunum hjá havstreymunum.

Vakra animatiónin frá NASA vísir, hvussu havstreymar ljóðleyst flyta seg á jarðarfløtuni.

Myndirnar avdúka, hvussu vísindi kunnu verða list - og hvussu list kann verða vísindi.
Hvítu strikurnar í animatiónini eru havstreymar, meðan skuggarnir í bláu bakgrundini vísa havsins dýpi – tess myrkari bakgrund, tess djúpari hav.

Eygleiða hædd á vatnskorpuni
Vøkru myndirnar vísa havstreymar á okkara vøkru jarðarklótu frá juni 2005 til desember 2007. Myndirnar eru bygdar á sokallað numerisk modell, sum eru modell, ið granskararnir brúka til at herma eftir rørslunum á vatnskorpuni.

Granskarar frá NASA Jet Propulsion Laboratory á California Institute of Technology hava við hjálp frá fylgisveinum, brúkt eygleiðingardátur, so sum mátingar av hædd á vatnskorpuni, fyri at tillaga modellið og betra úrslitini.

Brúktu eisini vitan frá fylgisveinum
Umframt vatnskorpuna, brúktu granskarar eisini eygleiðingar frá fylgisveinum hjá NASA, sum ferðast kring jørðina og máta havhita og broytingar í tyngdarávirkan (orsaka av rørslum í havinum) og ávirkan frá vindi, ið skapar vindbárur í sjónum.

Umframt at vera ein vøkur sjón, so kunnu animatiónirnar geva granskararnum eina fatan av ymiskum náttúrufyribrigdum.

Vanligt kann tað verða torført at síggja hesar dátur í eini heild. Men við animatiónunum kunnu granskararnir fáa størri yvirlit, og tað kann hjálpa granskarunum at seta røttu spurningarnar ella fáa eitt breiðri perspektiv av einum hugtaki ella fyribrygdi.

Filmurin av havstreymunum sæst her

Kelda: Videnskab.dk