Skriva út
Lagt út: 28.10.2022

Havstovan staðið fyri serútgávu um havklima og vistskipanir

Havstovan hevur, saman við granskarum á Havforskningsinstituttet í Bergen, Århus Universitet og íslendsku havstovuni, ritstjórnað eina serútgávu hjá nógv lisna vísindaliga tíðarritinum Frontiers in Marine Science. Talan er um tilsamans 19 vísindaligar greinar um, hvussu veður og havklima ávirka vistskipanir í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, í Norðurhøvum og á landgrunnum, sum marka móti hesum høvum.

Fleiri av greinunum snúgva seg um viðurskifti í føroyskum havøki, og granskarar á Havstovuni eru høvuðsrithøvundar á átta av greinunum. Seinasta greinin er um norðhavssild.

Hjálmar Hátún, granskari á Havstovuni, hevur samskipað serútgávuna. Hann hevur eisini skrivað oddagreinina, sum tekur samanum greinarnar í tíðarritinum.

Enska heitið á bæði serútgávu og á oddagrein er Physical drivers of biogeographic shifts in the Northeastern Atlantic and adjacent shelves. Øll útgávan kann lesast her.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.