4d42751fad2a2e100aaac101e18c6cb5.png
Skriva út
Lagt út: 14.01.2015

Havstovan gjørt nýtt tól at máta hitan niðri við botn

Havstovan:
"Í nógv ár hevur Havstovan mátað hita og streym á leiðunum kring Føroyar. Hetta er mest fyri at kunna fylgja broytingunum í sjónum og síggja, hvørjar avleiðingar tær hava fyri fisk og annað livandi.
 
Okkara havøki hevur tó eisini stóran týdning fyri viðurskiftini í Arktis og heimshøvunum sum heild. Tí er stórur altjóða áhugi, og tað mesta av kanningunum er fíggjað av altjóða grunnum; í seinastuni sum partur av granskingarætlanini "NACLIM", ið er stuðlað av granskingargrunninum í ES: FP7.
 
Útgerðin til slíkar kanningar er dýr, og tí royna vit støðugt at finna nýggja tøkni, og nýliga hava vit gjørt eina rammu við ymsum tólum at seta niður á botn. Í rammuni er ein hitamátari, sum mátar hitan eina ferð um tíman og goymir úrslitið. Tá Magnus Heinason er í nánd, kann hann lesa hitamátingarnar við ljóði, sum verður sent upp frá rammuni. Ramman er gjørd í samstarvi við P/f NomaTek og átti at hildið í nógv ár, og battaríini, sum Fa. Pólar hevur bygt inn í rammuna, skuldu vart meiri enn 5 ár.
 
Ætlanin er at gera fleiri rammur at leggja út ymsastaðni. Fyrsta ramman varð sett út á 450 metra dýpi norðan fyri Føroyar í oktober, og vónandi fer hon at geva okkum nógv ár við hitamátingum í einum øki, har tann heiti Atlantssjógvurin møtir tí kalda Arktiska sjónum."

kelda: hav.fo

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum