Skriva út
Lagt út: 10.08.2011

Havstovan givið út " Sjóvarmál 2011"

Árliga ritið frá Havstovuni - "Sjóvarmál" - er júst komið út.

Í ritinum kann lesast um fleiri av granskingarverkætlanunum á stovninum, um ymisk kanningarúrslit, so sum at líkindini fyri svartkjaftastovninum eru bjørt, at havið súrnar í hvørjum, og um eina serliga stóra brugdu, sum Magnus Heinason fekk inn á dekkið. Harafturat er tilmælið fyri fiskiárið 2011-2012 eisini við.

Fleiri av verkætlanunum, sum eru umrøddar í Sjóvarmál, eru ella hava verið stuðlaðar úr Granskingargrunninum.

Hesar eru:

Ph.D. verkætlan hjá Lisu H. Ofstad um havtasku. Les meira í Stuðulsyvirlitinum

Verkætlan hjá Hjálmari Hátún um svartkjaft. Les meira í Stuðulsyvirlitinum

Verkætlan hjá Unu Matras um kúpuskel, hendan verkætlan er nýliga liðug. Les meira í Stuðulsyvirlitinum

Ph.D. verkætlan hjá Gunnvør á Norði um dálking frá aling, hendan verkætlan er nýliga liðug og farið er undir framhald. Les meira í Stuðulsyvirlitinum um Ph.D.verkætlanina.

Les Sjóvarmál her.