Skriva út
Lagt út: 09.02.2022

Havið er evnið í seinasta Nysgjerrigper blaðnum

- Øll hava tørv á at læra meira um havið. Ikki bara politikararnir, men eisini børn og vaksin í øllum landinum. Tess meira tú veitst um havið, tess betri ansar tú tí!  Hetta sigur norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre í heilsan til øll børn og vaksin í blaðnum Nysgjerrigper nr. 1-2022.

Havið er evnið í blaðnum við greinum um fiskar, sum kunnu venjast at eta lús, um høgguslokkin Dumbo, um plastdálking, um eina matstovu undir vatni og mangt annað.

Fleiri uppgávur og uppskot til royndir eru sum vant eisini í blaðnum. Blaðið kann lesast her

Fara at samstarva um at ansa betri eftir havinum 

Heilsan frá Jonas Gahr Støre ljóðar soleiðis:

"Er du glad i havet? Jeg har alltid vært glad i havet, og jeg elsker å bade. Nå når jeg har blitt statsminister skal jeg blant annet bruke tid på å samarbeide med andre land om å ta bedre vare på havet. 

Havet har alltid vært viktig for Norge, helt siden de første menneskene kom hit. I fjor startet FNs havforskningstiår. Fra 2021 til 2030 skal vi finne ut mer om havet. Og vi skal finne ut hvordan vi mennesker kan bruke det forskerne finner ut på en god måte. På den måten skal vi nå FNs bærekraftsmål.

Alle trenger å lære mer om havet. Ikke bare politikerne, men alle barn og voksne i hele landet. Jo mer du kan om havet, jo bedre tar du vare på det!

I denne utgaven av Nysgjerrigper kan du lese ekstra mye om havforskning. Det er mange i Norge som forsker på hav, og det de finner ut er viktig for
landet vårt. Kos deg med denne utgaven av Nysgjerrigperbladet!

Hilsen Jonas Gahr Støre
Statsminister i Norge"

Seinasta prentaða útgávan av Nysgjerrigper

Granskingarráðið hevur í 12 ár sent blaðið Nysgjerrigper út til allar skúlar í Føroyum. Norska granskingarráðið, sum hevur givið blaðið út, hevur gjørt av at steðga við útgávuni. Hetta er tí seinasta útgávan av blaðnum, sum er send skúlunum.

Úr Noregi vísa tey á, at heimasíðan nysgjerrigper.no framhaldandi fer at verða dagførd og hava øll bløðini tøk. Vit viðmæla tykkum tí øllum at fylgja við á hesi síðuni og at tekna seg sum haldara av teirra tíðindabrævið. Eisini hevur síðan ung.forskning.no nógv viðkomandi tilfar.