Skriva út
Lagt út: 02.03.2022

Havgransking farin av bakkastokki

Havgranskarar úr Føroyum, Grønlandi og Danmark, sum hava fingið stuðul til granskingarverkætlanir í Norðuratlantshavi, eru nú farnir til verka. Umleið 30 granskarar og limir í nevndini, sum játtar pening frá Havgranskingarskránni, hittust í vikuni at seta skjøtul á arbeiðið.

Fýra verkætlanir fingu stuðul í fyrsta útboðnum frá Havgranskingarskránni. Heitini á verkætlanunum eru Blue Ocean, COPS, TOPLINK og FjordProcess. Tær snúgva seg um svartkjaft, djóraæti, havrovdjór og føroysku firðirnar.

Á sonevnda kickoff-fundinum, ið varð hildin á Hotel Føroyum, greiddu verkætlanarleiðararnir frá, hvørjar ætlanir tey hava, og kjakast varð um møguleikar fyri samstarvi millum verkætlanirnar.

Luttakararnir á kickoff-fundinum vitjaðu eisini Bakkafrost og Fiskaaling, og tey fingu høvi at síggja bæði nýggja føroyska havrannsóknarskipið Jákup Sverra og spildurnýggja grønlendska havrannsóknarskipið Tarajoq, ið liggur á Hulki.

Havgranskingarskráin er fíggjað av donsku fíggjarlógini. Næsta og seinasta umfar av skránni verður boðið út 31. mars. Umsóknarfreistin verður 25. august.