Skriva út
Lagt út: 02.06.2023

Havgranskarar hittast í Nuuk

Umleið 25 havgranskarar úr Føroyum, Danmark og Grønlandi hittast í hesum døgum í Nuuk á árligari verkstovu hjá granskingarskránni Havgransking í Norðuratlantshavi, ið er fíggjað av donsku fíggjarlógini. Við á fundinum eru eisini umboð fyri Granskingarráðið, ið umsitur granskingarskránna, og limir í nevndini, ið ger av, hvør skal hava stuðul.

Endamálið við granskingarskránni er at skapa økta vitan um havumhvørvið í Norðuratlantshavi og at menna samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark um havgransking.

25,5 mió. kr. eru settar av á donsku fíggjarlógini í tíðarskeiðnum 2020-2023 til gransking av havumhvørvinum í Norðuratlantshavi.

6 verkætlanir hava higartil fingið stuðul frá havgranskingarskránni. Havgranskarar úr Føroyum eru við í øllum verkætlanunum.

Á verkstovuni í Nuuk hava havgranskararnir lagt fram úrslit av verkætlanunum higartil, og dentur hevur verið lagdur á at fáa samstarv í lag millum ymsu verkætlanirnar.

Umframt fundir, ið hava verið hildnir á Grønlands Naturinstitut, hava havgranskararnir eisini vitjað eina rannsóknarstøð í Kobbefjørðinum, sum skrásetir árin av verðurlagsbroytingum.