Skriva út
Lagt út: 18.02.2009

Happing: úrslit av sosialari angist

Granskingarverkætlan í Danmark vísur á, at neyðugt er hyggja eftir øðrum eyðkennum enn teimum, ið eru knýtt at einstaklinginum, um vit skulu skilja orsøkirnar til happing.

Tig við tær títt vemmiliga krutt. Tú ert ein mammurevy. Mong eru eyðkvæmis orðini, sum verða brúkt, tá happað veður. Hetta sjálvt um miðvíst hevur verið arbeitt við at forða happing í skúlunum.

Í Danmark hava granskarar við Danmarks Pædagogiske Universitet tikið stig til at kanna sálarligu orsøkirnar til happing. Granskararnir hava fylgt við fleiri skúlaflokkum og gjørt samrøður við børn og lærarar. Næsta stigið í granskingini er at hyggja nærri eftir tilfarinum, sum savnað er, fyri at kanna hvat tað er, ið elvir til happing og hvat tað er sum fær happing at halda áfram. Tað skrivar videnskab.dk.

“Kanningar higartil hava í stóran mun hugt eftir einstaklinginum. Orsøkin til at nakrir persónar happa ella verða happað hevur verið mett at ligið í lyndinum hjá einstaklinginum. Tað var altso nakað galið við Hans og Peter. Men royndir vísa, at happing ikki altíð heldur uppat, sjálvt um tann, ið happar verður tveittur úr flokkinum. Og ein persónur sum verður happaður í einum flokki, verður ikki neyðturviliga happaður í einum øðrum flokki” greiðir Dorte Marie Søndergaard, professari, frá.

Í staðin fyri at knýta happing at einstaklingum, so hyggur granskingarverkætlanin eftir happing, sum eitt eyðkenni fyri, at eitt høgt stig av sosialari angist er í flokkinum. Øll menniskju hava tørv á at hoyra til ein felagsskap, og um man veður hóttur, so elvir tað til sosiala angist.

Tað skal sera lítið til fyri at happa verður í einum flokki við sosialari angist. Eitt nú kunnu buksur sum eru eitt sindur breiðari enn vanligar bukur elva til happing.

Dorte Marie Søndergaard, sigur víðari við videnskab.dk, at tey vaksnu mugu fata mekanismurnar, sum fáa børnini til at happa, fyri at kunna fyribyrgja happing. Og so skulu tey koma við tiltøkum, sum økja um felags álitið millum næmingarnar heldur enn happa og seta niður á.

Les alla greinina á videnskab.dk