Hans Ellefsen fekk miðlaheiðurslønina 2026
Á miðlafagnaðinum á Vísindavøkuni í dag varð kunngjørt, at miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2026 verður latin Hans Ellefsen.
Tað er Granskingarráðið, sum letur heiðurslønina fyri framúr góða almenna miðling av granskingeftir uppskoti frá fólki. Aftur í ár vóru fleiri góð uppskot send, sum ein dómsnevnd metti um.
Jón Brian Hvidtfeldt, limur í dómsnevndini, segði soleiðis, tá hann avdúkaði vinnaran:
Hans Ellefsen er varadekanur og lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er búskaparfrøðingur og hevur ph.d. í fiskivinnubúskaparfrøði
Dómsnevndin metir, at Hans Ellefsen á fyrimyndarligan hátt lýkur krøvini til heiðurslønina.
Hans Ellefsen hevur í fleiri ár verið nógv frammi í miðlunum, har hann hevur viðmerkt og greitt frá aktuellum búskaparfrøðiligum viðurskiftum, serliga á fiskivinnuøkinum. Hann hevur hóast ábreiðslur megnað at staðið fast við sínar fakligu grundaðu atfinningar móti førda fiskivinnupolitikkinum. Eisini hevur hann verið við til at flutt prátið um fiskivinnu frá bert at snúgva seg um, hvussu nógv vit fiska, til eisini at fevna um onnur samfelagsvirðir.
Í ár skipaði hann fyri stórari altjóða ráðstevnu fyri fiskivinnubúskaparfrøðingar, har føroyingar fingu høvi at nema sær vitan frá fremstu granskarum í heiminum á økinum.
Í einum tilmæli, sum Granskingarráðið hevur fingið um at geva Hans Ellefsen miðlaheiðurslønina í ár, stendur m.a.:
”Hans Ellefsen hevur verið ein týðilig fakliga grundað rødd í kritiska kjakinum um fiskivinnubúskapin og -politikkin seinastu árini.”
Og í einum øðrum tilmæli sendur:
“Hans hevur í mong ár ósjálvsøkin og mangan púra einsamallur ótroyttiliga roynt at upplýsa almenna kjakið og politisku avgerðirnar við vísindaligum íkasti og egnari gransking.”
“Hans leypir ikki framav, hann gremur seg aldrin og er ongantíð bondskur, tó at hann í áravís hevur lagt kropp til nógva útspilling bara tí, at hann ber fram síni úrslit og sjónarmið, sum ganga ímoti sterkum seráhugamálum. Altíð hevur Hans tað felags besta í huga, tað vil siga, hvat gagnar samfelagsbúskapinum best, og tað hevur mangan sett Hans í eina sárbæra støðu. Men hann gevst ikki fyri tað.”
Við hesum skal eg vegna Granskingarráðið handa Hans Ellefsen Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2026.
Í stuttari røðu takkaði Hans Ellefsen fyri heiðurin, sum hann fegnaðist um at fáa. Handanin kann síggjast og hoyrast her
Um heiðurslønina
Heiðurslønin kann latast granskarum, miðlafólki ella øðrum, sum hava dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit.
Ein dómsnevnd við umboðum fyri Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrið og Granskingarráðið hevur valt, hvør skal heiðrast í ár. Í nevndini eru Jón Brian Hvidtfeldt, Ingi Heinesen Højsted og Dagmar Joensen-Næs.
Heiðurslønin er áður latin:
2012 – Dorete Bloch
2013 – Pál Weihe
2014 – Kári Sólstein
2015 – Bogi Hansen
2017 – Jens-Kjeld Jensen
2018 – Magni Mohr
2019 – Lis Mortensen
2020 – Debes Christiansen
2021 – Marnar Fríðheim Kristiansen
2022 – Maria Skaalum Petersen
2023 – Heini í Skorini
2024 – Silas Olofson
2025 – Uni Árting
