Skriva út
Lagt út: 20.02.2016

Hans Andrias Sølvará vart ph.d. á Fróðskaparsetrinum

Fríggjadagin 19. februar vardi Hans Andrias Sølvará ph.d. við Fróðskaparsetur Føroya.
Ph.d. arbeiðið fevnir um bøkurnar "Frá sjálvstýri móti loysing" sum kom út í desember 2014 og "The Rise of Faroese Separatism", sum kom út 19. februar.

Hans Andrias Sølvará hevur ikki verið innskrivaður til ph.d.lestur og hevur tí ikki havt ein fakligan vegleiðara. Hann hevur í staðin latið tilfar inn til verju eftir grein 6 í kunngerðini um ph.d. nám 

Í metingarnevndini vóru:
Beinta í Jákupsstovu, fyrstiammanuensis á Høgskolen í Mole og adjungeraður lektari á Fróðskaparsetri Føroya, forkvinna
Gunnar Karlson, professari emeritus, Háskúli Íslands
Uffe Østergaard, professari emeritus, Copenhagen Business School

Forkvinnan innleiddi við at lesa niðurstøðuna av metingini og innstillingini. Hon segði: “Udvalget har fremdraget en række begrænsninger i Sølvarás bog. Men de er stort set kun begrænsninger, og ikke fejl, og er således ikke indvendinger mod den videnskabelige standard. Dette er ikke den endelige bog om den nationale kamp på Færøerne og det står frit for andre forskere at studere den politikse kamp ud fra andre synspunkter og især at analysere Sambandspartiets rolle nærmere. Men der kan ikke være tvivl om at Sølvarás bog er et interessant og kvalitetsfuldt akademisk arbejde, baseret på et stort arbejde med det originale og i vid udstrækning ikke tidligere udforskede kildemateriale, trykt såvel som utrykt. Forfatterens tolkninger er belagt med citater fra originalkilderne. Tesen om den hastige nationale radikalisering af færøsk politikk i løbet af tyve år er overbevisende dokumenteret, selv om de præcise årsagssammenhænge kan diskuteres. Forfatterens grundige undersøgelser af kildematerialet, heriblandt også hidtil ikke kendte kilder, river etablerede myter ned. Han dokumenterer at falske rygter og usandheder har kunnet fæste sig i bevidstheden, såvel hos centrale aktører i udformningen af politikken, som i offentligheden. Disse myter er forblevet etablerede sandheder som har præget færøsk historieforståelse frem til i dag. Den foreliggende afhandling opfylder således på eksemplarisk vis kravene til kritisk historieforsknings opgave. Vi tøver derfor ikke med at indstille den til forsvar for ph.d.graden.”

So fekk Hans Andrias Sølvará høvi at leggja fram sítt arbeiði. Uppá 30 minuttir greinaði hann innihaldið i bókunum báðum og tankarnar aftanfyri arbeiðið.

Sum vant høvdu andmælingarnir býtt uppgávuna ímillum sín eftir evni. Fyrstur var Gunnar Karlson, sum legði út við at rósa arbeiðinum og gera vart við leiklutin hjá andmælingum at taka tað fram, sum nevndin metir er til kjak. Síðani gjørdi hann viðmerkingar og setti eina røð av spurningum til arbeiðið við keldunum. Hans Andrias Sølvará fekk høvi at svara so hvørt og grundgeva fyri sínum valum.

Eftir ein stuttan steðg vóru tveir spurningar ex auditorio, altso úr salinum. Síðani var tað seinni andmælingurin, Uffe Østergaard, sum umrøddi arbeiðið. Hann legði dent á teoretiska partin, gjørdi viðmerkingar til val og nýtslu av hugtøkum og annað. Eisini her fekk Hans Andrias Sølvará høvi at svara og gera viðmerkingar.

Aftaná 3 tímar var verjan yvirstaðin. Metingarnevndin helt ein stuttan fund og kundi síðani kunngera, at tey mettu, at verjan var væl staðin og mæltu Fróðskaparsetrinum til at lata ph.d.heitið.

Fitt av fólki var í høllini hjá Námsvísindadeildini til verjuna. Harafturat fylgdu fleiri við verjuni umvegis internetið, tí verjan varð stroymað. Helst verður møguleiki at síggja upptøku av verjuni seinni.

Les um Hans Andrias Sølvará í Heilagrunninum