Skriva út
Lagt út: 05.11.2009

Handan av virðislønum í kappingini Tekna ein Granskara

Mánadagin 9. november kl. 16 verður móttøka á Náttúrugrupasavninum. Tá verða vinnaratekningarnar í kappingini Tekna ein Granskara avdúkaðar og vinningar latnir teknarunum.

Hetta er endin á teknikappingini, sum Granskingarráðið setti í gongd í vár.  Í uppgávuorðingini til teknikappingina "Tekna ein granskara" varð lagt upp til, at luttakararnir, børn frá 1. til og við 8. flokki, skuldu ímynda sær ein granskara til arbeiðis og seta hetta á eitt A4 ark. Harumframt var tað eitt ynski frá Granskingarráðnum, at luttakararnir skrivaðu nakrar reglur um, hvat granskarin ger ella er stødd/staddur á myndini.

Kappingin byrjaði í mars og endaði í oktobur 2009. Í tíðarskeiðinum kundu børn hvønn mánað senda tekningar inn og gjøgnum atkvøðugreiðslu á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum kundu tey gerast millum tey trý, sum vunnu bøkur frá Skúlabókagrunninum.

Omanfyri 200 tekningar komu inn. Allar tekningarnar eru skannaðar og eru at síggja á heimasíðuni: http://www.heilagrunnurin.fo/teknikapping
Fyrst í komandi ári ætlar Granskingarráðið at skipa fyri framsýning av øllum tekningunum.

Ein dómsnevnd hevur nú funnið fram til 3 tekningar frá børnum, sum Granskingarráðið vil heiðra á móttøkuni mánadagin kl 16. 1. vinningur er  ein telda frá Farodane City, meðan 2. og 3. vinningur eru fartelefonir frá Vodafone.

Tiltakið er alment og ókeypis.