Skriva út
Lagt út: 03.11.2010

Hald á – ikki er neyðugt við steðgi


Tað er ikki neyðugt við fleiri stuttum steðgum fyri at halda konsentratiónina. Fólk kunnu varðveita konsentratiónina nógv longur enn tey halda, siga granskarar.

Vit kenna tað væl. Eftir at hava arbeitt í eina tíð við høgari konsentaratión, kenna vit brádliga tørv á einum steðgi. Vit líkasum mugu sleppa arbeiðinum eina løtu fyri at savna nýggja megi til at halda áfram við arbeiðinum. Ein stuttan matarsteð, beinini upp á borðið ella kanska ein stuttan rennitúr. Og so aftur til arbeiðis.

Amerikanskir granskarar frá Standford University, Department of Psychology, siga at hendan trongdin er í stóran mun er heilaspuni. Í vísindaligari grein, sum fyri stuttum varð almannakunngjørd í Psychological Science, vísa granskararnir aftur ástøði, at vilji, (greinað sum evnini at standa ímóti freistingum og at fokusera á krevjandi uppgávur) er eitt avmarkað tilfeingi, ið er uppi, tá nóg nógv er brúkt av honum.

Fatanin hevur verið, at tá viljin er uppbrúktur, so er einasta loysn at fara burtur frá uppgávuni og løða upp av nýggjum. Granskararnir meta, at tað harafturímóti er hugburðurin og sannføringin um vilja, sum avgerð, hvussu leingi og fokuserað ein er førur fyri at arbeiða við eini torførari og krevjandi uppgávu.

Granskararnir gjørdu eina kanning við fýra ymiskum royndum, sum skuldi kanna og ávirka sannføringarnar og viljan hjá einum bólki av lesandi.

Eftir, at tey lesandi høvdu arbeitt við eini mentalt krevjandi uppgávu, fekk ein partur av teimum at vita, at vilji var eitt avmarkað tilfeingi. Ein einar partur fekk at vita, at vilji ikki var eitt avmarkað tilfeingi.

Tey, sum hildu at vilji var eitt avmarkað tilfeingi, kláraðu seg nógv verri í eini kanning av teirra konsentratiónsevnum, enn bólkurin sum hevði fingið tað øvugta at vita.

“Um vit halda, at viljin er eitt tilfeingi, sum vit frá náttúrunnar hond hava í avmarkaðum nøgdum, so eru sannlíkindini nógv størri fyri, at vit gerast troytt av at arbeiða við avmarkaðum uppgávum”, verður ein av rithøvununum til greinina, Veronika Job, endurgivin fyri at siga í videnskab.dk.

Henning Høeg-Olesen, professari í social-og personlighedspsykologi í Aarhus Universiteti, er lutvíst samdur við sínar amerikonsku starvsfelagar.

“Tankarnir, sum vit hava, hava ein sera stóran týdning fyri, hvussu vit virka. Um vit hava lært, at tað er neyðugt við nógvum steðgum, so hava vit eisini tørv á nógvum steðgum” sigur hann. Men hann sigur eisini, at heilin hevur eitt mark fyri hvussu nógv hann kann klára. – Vit vita, at eftir umleið 90 minuttir við fokuseraðum arbeiði, so byrjar háttalagið í heilanum at broytast. Fleiri innskot koma og man byrjar at dagdroyma og verða fráverandi. Og tað er altso tekin uppá, at heilin av og á hevur tørv á steðgum.

Man kann tíbetur vinna á trongdini at halda steðg uttan at tað skaðar nakað – eitt nú til eksamiur. Men fyrr ella seinni náa vit eitt fysiskt mark, tá tað er nyttuleyst at halda áfram við arbeiðinum, sigur Henrik Høgh-Olesen, við videnskab.dk

Kelda: videnskab.dk