Skriva út
Lagt út: 09.04.2008

Hagtøl um gransking á TACC08

Stóra ráðstevnan Trans Atlantic Climate Conference 2008 endaði týsdagin 8. apríl seinnapart. Nógv fólk vóru við til ráðstevnuna, serliga føroyingar, men eisini útlendskir granskarar og journalistar høvdu leitað sær til Føroya til endamálið. Samanumtikið var talan um eina væl fyriskipaða ráðstevnu, sum setti ljóskastaran á hav og umhvørvisbroytingar og støðuna í og hjá Føroyum í hesum málinum. Serligur dentur varð lagdur á at lýsa verandi og møguliga komandi gransking og menning, sum hevur til endamáls at fáa vitan um hav og umhvørvi og at menna amboð og seta átøk í verk til tess at minka um umhvørvisárin.

Ein ørgrynna av framløgum vóru á ráðstevnuni, har evnið varð lýst og umrøtt á ymsan hátt. Ein av hesum framløgunum var um gransking og menning í Føroyum higartil og møguleikar framyvir, serliga innan hav og umhvørvisbroytingar. Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, hevði hesa framløguna í  verkstovuni, sum snúði seg um, møguleikarnar at seta á stovn TACIT.

Les framløguna og síggj glærusýningina, sum hoyrir til.

Les meira um ráðstevnuna og niðurstøðurnar á www.tacc2008.fo