Gunnvør á Norði vart ph.d. á Fróðskaparsetrinum
Fríggjadagin tann 11. mars 2011 vardi Gunnvør á Norði ph.d.-ritgerð sína á Fróðskaparsetrinum. 
 
 Ph.d.-ritgerðin hevur heitið: "Impact of organic enrichment on the sediment biogeochemistry and overlying water quality in relation to fish farms in Faroese fjords." 
 
 Í metingarnevndini hava sitið Høgni Debes, ph.d., granskari á Havstovuni, Marianne Holmer, ph.d., instituttleiðari á Syddansk Universitet og Kenny Black, Dr., leiðari á Økologi deildini á The Scottish Association for Marine Sciences. 
 
 Eilif Gaard, dr.scient., stjóri á Havstovuni, hevur verið høvuðsvegleiðari, harafturat hava Knud Simonsen, dr.scient., lektari á Náttúruvísindadeildini og Ronnie N. Glud, ph.d.& dr.scient., professari við Syddansk Universitet verið vegleiðarar.
 
 Verjan, sum var fyri nærum fullsettari høll á Vinnuháskúlanum, gekk væl. Metingarfólkini lótu sera væl at arbeiðinum, Kenny Black segði í síni innleiðing, at hetta var ein tann besta ph.d.ritgerðin hann hevur lisið. 
 
 Les meira um arbeiðið á síðuni hjá Náttúruvísindadeildini 
 
 Verkætlanin hjá Gunnvør á Norði er partvís stuðlað úr Granskingargrunnunum. Les um hetta í Stuðulsyvirlitinum 
 
 Á myndini standa frá vinstru: Eilif Gaard, Høgni Debes, Gunnvør á Norði, Ronnie N. Glud, Kenny Black, Knud Simonsen og Marianne Holmer.
