Gunnhild Helmsdal Ph.D.
Skriva út
Lagt út: 12.06.2026

Gunnhild Helmsdal vart ph.d. um long COVID í Føroyum

Fríggjadagin 12. juni vardi Gunnhild Helmsdal ph.d.-ritgerð sína um long COVID í Føroyum.

Ritgerðin ber heitið: “Long COVID in the Faroe Islands: Longitudinal studies of persisting symptoms, predictors, and biomarkers following infection with Severe Acute Respiratory Syndrome Coronavirus 2.

Gott 60 fólk vór í Kongshøll, har Anna Sofía Veyhe, lektari á Fróðskaparsetrinum, leiddi verjuna.

Fyrst fekk Gunnhild høvi at greiða frá sínum arbeiði og leggja metingar og úrslit fram. Arbeiðið er skipað í 4 greinar og eina samanfating í ritgerð, sum er tøk her.

Eftir framløguna fingu metingarfólkini orðið. Tey spurdu um ymisk viðurskifti og saman við Gunnhild umrøddu tey og kjakaðust  um fleiri evni, millum annað um royndirnar at kanna, um tað eru biomarkørar, sum kunnu siga nakað um long COVID. Hetta bar ikki til at staðfesta í kanningunum hjá Gunnhild, tíansheldur í víðfevndari altjóða gransking. Eisini varð kjakast um skipan av granskingini, millum annað um samansettu sjúkueyðkennini av long COVID, um val av kontrolbólki, um hvussu føroyska samfelagið handfór støðuna í sambandi við farsóttina, um hvørji tilboð hava verið og eru til heilsubót hjá teimum við long COVID og um hvussu Gunnhild hevði valt at skipað sína gransking í dag, um hon skuldi byrjað nú. 

Metingarnevndin var samd um, at ritgerðin er væl skrivað og er greið, og at Gunnhild stóð seg væl til verjuna. Eftir fund í metingarnevndini var tí eisini full semja um, at Gunnhild hevði staðið verjuna,

Sum ph.d.-lesandi hevur Gunnhild verið starvssett í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.

Vegleiðaratoymið:

Maria Skaalum, adjungeraður professari á Setrinum, høvuðsvegleiðarar
Pál Weihe, professari, hjávegleiðari
Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og granskari, hjávegleiðari

Metingarnevndin:

Anna Sofía Veyhe, lektari á Fróðskaparsetrinum, forfólk
Helena Liira, professari á University of Helsinki
Thomas Benfield, professari á Københavns Universitet

Verkætlanin er stuðlað av p/f Krúnborg og Sp/f Borgartún, Heilsutrygd, Betri Stuðul og innanhýsis Granskingargrunnurin í Sjúkrahúsverkinum.

Mynd: Frá vinstru: Maria Skaalum Petersen, Thomas Benfield, Gunnhild Helmsdal, Helena Liira, Anna Sofía Veyhe, Marnar Fríðheim Kristiansen og Pál Weihe (c) gransking.fo

Samandráttur:

Síðani koronavirusið SARS-CoV-2 var fyrstu ferð staðfest í desember 2019 í Kina, hevur tað spjatt seg kring allan heimin við stórari ávirkan á fólkaheilsu og samfeløg. Hóast tey flestu høvdu eina milda sjúkugongd, eru nógv deyð og enn fleiri upplivdu varandi sjúkueyðkenni, sum tey ikki høvdu áður - vanliga nevnt long COVID. Long COVID fevnir um nógv ymisk sjúkueyðkenni, harav tey vanligastu eru møði, trupulleikar við tankavirksemi, trongd, høvuðpínu og sansaevnum. Metingar siga, at umleið 6 av 100 fólkum fáa long COVID eftir at hava verið sjúk við COVID-19, svarandi til milliónatals fólk kring heimin.

Hendan verkætlan kannar long COVID í Føroyum, sum vegna landafrøðiligu fjarstøðuna er eitt vælegnað øki at fremja gransking innan smittusjúkur. Høvuðsendamálið var at lýsa long COVID við atliti til varandi sjúkueyðkenni, møgulig eyðkenni, ið eru tengd at longd COVID og við kliniskum og parakliniskum kanningum at kanna um serstakir biomarkørar eru knýttir at long COVID – við ymiskum virusvariantum og yvir ymisk tíðarskeið í farsóttartíðini. 

COVID-19 farsóttin í Føroyum var handfarin tíðliga av myndugleikunum við smittufyribyrgjandi ráðgeving, ókeypis viruskanningum, skráseting av smittuketum og ikki minst stórum áliti í samfelagnum, sum hevði við sær lág smittutøl og deyða og lutfalsliga lítla ávirkan á samfelag og heilsuverk. Tríggjar kanningar vóru gjørdar at lýsa long COVID hjá fólki í Føroyum. Fyrsta kanningin var gjørd hálvt ár eftir smittu tíðliga í farsóttartíðini til tess at kanna, um nakar kliniskur markørur kundi setast í samband við long COVID. Staðfest var, at samband var millum long COVID og at hava broytingar í blóðinum, sum benda á ávirkan á koagulatiónsskipanini. Onnur kanningin var gjørd tvey ár eftir smittu tíðliga í farsóttartíðini fyri at lýsa sjúkueyðkenni og at kanna, um fólk vóru komin fyri seg.  Kanningin vísti, at meir enn ein triðingur enn hevði sjúkueyðkenni svarandi til long COVID, har møði, høvuðpína og manglandi smakkur ella luktur var vanligast. Hinvegin kendu nógv seg frísk, fá høvdu ring sjúkueyðkenni, og fá vóru als ikki komin fyri seg. Hetta bendi tí á, at hóast fólk høvdu varandi sjúkueyðkenni, mettu tey flestu, at tey vóru komin fyri seg eftir tvey ár. Triðja kanningin var gjørd av fólki, sum ikki vóru komin fyri seg eitt ár eftir smittu við Omikron-frábrigdinum samanborið við fólk, sum ongantíð høvdu verið smittað. Her var funnið, at talið á sjúkueyðkennum var nógv hægri hjá teimum við long COVID enn hjá teimum, sum ikki høvdu verið sjúk nakrantíð. Tey vóru serliga ávirkað av møði og trupulleikum við tankavirksemi og høvdu verið oftari fepursjúk. Í kanningunum 9 var sum heild funnið, at eitt hægri tal av sjúkueyðkennum í akutta sjúkutíðarskeiðnum og tað at vera kvinna var serliga tengt at long COVID.

Samanumtikið hava vit sæð, at long COVID í Føroyum er ein fjøltáttað sjúka. Tíbetur blíva flestu fólk frísk, men summi uppliva varandi sjúkueyðkenni, sum kunnu vara í minst tvey ár. Hinvegin er trupult at finna ein nøktandi biomarkør fyri long COVID.