Skriva út
Lagt út: 02.12.2009

Gunnar Restorff í altjóða tíðarriti

Gunnar Restorff, lektari á Náttúruvísindadeildini, ið júst hevur fingið játtað granskingarstuðul frá Granskingarráðnum, er ein av høvundum á vísindagrein í høgt viðurkenda støddfrøðitríðaritinum ‘Advances in Mathematics’.

Greinin Classification of extensions of classifiable C*-algebras varð almannakunngjørd í seinasta útgávuni av tíðarritinum Advances in Mathematics. Gunnar Restorff, lektari í støddfrøði á Náttúruvísindadeildini, er ein av trimum høvundum av greinini. Hinir høvundarnir eru frá Universitetinum í Keypmannahavn og Universitetinum á Hawaii.

Hetta tíðarritið almannakunngerð bert greinir innan reina støddfrøði, sum umboða eitt týðandi frambrot innan sítt øki, og eru greinar í hesum tíðarritinum høgt í metum innan støddfrøðivísindini.

At støddfrøðin er sterk hevur eisini sera stóran týdning fyri onnur økir innan náttúruvísindini, og hevur avgerandi týdning fyri menning av fakøkinum bæði innan granskingarumhvørvið og undirvísingarverkið í Føroyum. Støddfrøði var eitt av fakøkjunum, sum vórðu uppraðfest á Náttúruvísindadeildini í 2008, og tað er at fegnast um, at hetta longu nú sæst aftur í altjóða vísindaheiminum.

Kelda: www.setur.fo