Skriva út
Lagt út: 10.06.2008

Grindahvalurin veiðir eins og gepardur

Grindahvalurin er djúphavsins sprintari og veiðir stórar høgguslokkar niðri á 900 metra dýpi við hægri ferð enn nakar annar djúptkavandi hvalur, skrivar heimasíðan hjá Aarhus Universiteti.

 

Eyðkennini fyri hendan veiðihátt hava fyrr ikki verið kend hjá hvalum, sum vanliga svimja seint, tá teir veiða á djúpum vatni - hetta fyri at spara ilt.

 

Veiðihátturin hjá grindahvalinum er mest at líkna saman við veiðiháttin hjá gepardinum á landi, verður sligið fast í tíðindaskrivinum.

 

Talan er tó ikki um tað, sum vit vanliga kalla fyri grindahval Globicephala melas, men um ’systkinabarnið’ Globicephala macrorhynchus.

 

Uppdagilsið er lagt fram í altjóða vísindaliga tíðarritinum Animal Ecology, og er tað ph.d. studenturin Natacha Aguilar Soto, ið saman við vegleiðara frá Biologisk Institut, Aarhus Universitet og øðrum samstarvsfeløgum úr USA og Spania, sum hava kannað veiðuháttin hjá hvalinum við Kanarisku oyggjarnar.