Greiningarrit um tvístøđur í Ríkisfelagsskapinum
DIIS - Dansk Institut for Internationale Studier hevur almannakunngjørt eitt nýtt greiningarrit um tvístøður í Ríkisfelagsskapinum. Undirheitið er Samskipan uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiksins í samansettum sjálvstýrum.
So hvørt sum veðurlagsbroytingarnar og stórveldini seta trygdarstøðuna í Arktis og Norðuratlantshavi undir trýst, stinga ein røð av tvístøðum seg upp í samstarvinum og ábyrgdarbýtinum í Ríkisfelagsskapinum.
Eitt nú verður spurt:
• Hvussu verður farið fram, tá ið innlendis mál um menning av flogvøllum ella útbygging av 5G-neti gerast trygdarmál?
• Kann Danmark hava eina kritiska støðu til føroysku lógina um fosturtøku – og hvussu kunnu føroyskar feministar bjóða altjóða menniskjarættindakritikki inn?
• Hvørjar tvístøður stinga seg upp, tá ið tvey lond, ið arbeiða fyri at gerast sjálvstøðug, skulu velja samstarvspartar at røkja síni verjuviðurskifti?
• Hvussu kann ein meira javnbjóðis felagsskapur hinumegin Ríkisfelagsskapin setast saman?
Hesar og aðrar spurningar og tvístøður umrøða og kjakast ein røð av granskarum um í greiningarritinum.
Tað er Ulrik Pram Gad, seniorgranskari á DIIS, sum hevur staðið fyri arbeiðinum í samstarvi við føroyskar, grønlendskar og danskar granskarar.
Greiningarritið kann takast niður á føroyskum, grønlendskum og donskum her.
Hetta ritið er úrslit av verkætlan, sum er stuðlað av FASDiNA skránni, sum Granskingarráðið umsitur.
Sí yvirlit yvir greiningarrit og útgávur, stuðlað av FASDiNA.