Internet I Arktis
Skriva út
Lagt út: 05.06.2025

Greiningarrit um trygdina hjá sjókaðalum í Arktis

Tænketanken Digital Infrastruktur hevur almannakunngjørt eitt nýtt greiningarrit um trygdina hjá internetsjókaðalunum í Arktis – talgildu lívlinjunum, sum tryggja altjóða samskifti og dátuflytning.

Sjókaðalar hava ein avgerandi leiklut í altjóða samskifti, men eru í vaksandi mun hóttir, bæði av tilvildarligum skaðum og sabotasju. Arktis er eitt serliga viðbrekið øki, har veðurlag, fjarskotin staðseting og avmarkað infrakervi gera avbjóðingarnar størri.

Vegna vantandi altjóða regluverk er verjan av kaðalum í stóran mun í hondunum á økjum og londum. Hetta reisir spurningar um samskipan, eftirlit, umvæling og alternativar leiðir - serliga í økjum sum Arktis, ið ofta fella uttanfyri verandi regluverk.

Í greiningarritinum verður ljós varpað á vandin fyri, at hendan sundurbýtta tilgongdin ger, at ávís øki - harímillum Arktis, vera ov illa vard.

Geiningarritið varpar ljós á verandi hóttanir, avbjóðingar og møguleikar at styrkja trygdina kring sjókaðalar, við serligum atliti at Arktis, og kemur við ítøkiligum tilmælum um, hvussu treystleikin í økinum kann styrkjast.

Greiningarritið kann lesast á donskum og enskum her. Eisini eru stuttir samandráttir á føroyskum og grønlendskum.

Hetta er fyrsta ritið í eini røð av útgávum um internetið í Arktis, sum koma í juni mánaði og sum eru fíggjaðar av FASDiNA skránni, sum Granskingarráðið umsitur.

Kelda: Tænketanken Digital Infrastruktur

yvirlit yvir greiningarrit og útgávur, stuðlað av FASDiNA.