Greiningarrit: Menniskjað er veikasti liður
Føroyar dúva mestsum bara upp á tøkni og ov lítið upp á førleikar hjá fólki, tá ið tað ræður um talgilt mótstøðuføri. Men skipanin er ongantíð sterkari enn veikasti liðurin, og veikasti liðurin í talgildu trygdini í dag er menniskjað.
Loysnin er politiskt at leggja nógv størri dent á at læra borgarar í øllum aldri um talgilda infrakervið, hvussu tað hongur saman, og hvussu ein eigur at bera seg at í einum gjøgnumtalgildum samfelagi. Og tað eigur at byrja við yngstu skúlabørnunum.
Tað er høvuðsniðurstøðan í einum greiningarriti, ið danska Tænketanken Digital Infrastruktur hevur gjørt í samstarvi við Søgu- og samfelagsdeildina á Fróðskaparsetrinum. Greiningarritið, ið hevur heitið "Talgilda gjógvin – millum kritiskt infrakervi og menniskjaliga fatan", er stuðlað av FASDiNA granskingarskránni, ið Granskingarráðið umsitur.
Gera sær dælt av menniskjum
Í greiningarritinum verður víst á hendingina í Klaksvíkar kommunu í 2024, tá ið ein starvsfólkakonta varð misnýtt, og kommunan mátti rinda nærum 800.000 krónur í loysigjaldi.
"Hetta er bara eitt av mongum dømum um, at menniskjað ofta er veikasti liðurin í talgildu skipanum
okkara. Tann óhepna gongdin er, at meðan tøknin gerst snildari, vaksa váðarnir, og samstundis sum vit gerast alsamt meira bundin av tøknini – í fleiri førum verður hon lýst sum kritiskt infrakervi – vita vit alsamt minni um, hvussu hon virkar.Teldusníkar eru tí ikki upptiknir av at bróta seg ígjøgnum tøkniligar verjugarðar, men hugsavna seg um at eyðmerkja og gera sær dælt av menniskjum fyri at fáa atgongd til skipanirnar. Tað snýr seg ofta um eitt skeivt klikk, eitt ov ofta brúkt loyniorð ella ósketni av øðrum slagi.", verður sagt í greiningarritinum.
Ikki komin av fetanum
Í nettrygdarætlanini hjá landsstýrinum fyri 2022 eru ásetingar, ið snúgva seg um at menna førleikan hjá borgarum í talgildari trygd. Og í støðisnámsætlanini fyri fólkaskúlan verður lagt dent á talgildisbúgving fyri skúlabørn. Ein kanning av gongdini í skúlaverkinum vísir tó, at millum lítið og einki verður gjørt við at menna vitan og førleika hjá skúlabørnum og øðrum borgarum.
"Nógv bendir á, at vit ikki eru komin av fetanum í talgildisbúgvingini, tí sambært samrøðum við embætisfólk, skúlaleiðarar, lærarar og onnur hava vit ikki undirvísingarførleikar at læra børnini talgildisbúgving. Ei heldur hava vit undirvísingarførleikar ella undirvísingarorku til at læra lærararnar, sum skulu læra børnini, hóast nakað av arbeiði er byrjað á Námi og á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya at bøta um støðuna.", verður sagt í greiningarritinum um talgildu gjónna í Føroyum.
Les greiningarritið her.
Týsdagin 4. november skipar Tænketank for Digital Infrastruktur fyri webinari, har Rógvi Olavson, granskari á Søgu- og samfelagsdeildini, leggur fram niðurstøður úr greiningarritinum og viðger týdningin av at taka menniskjað við, tá talan er um talgilda trygd.
