Skriva út
Lagt út: 28.12.2021

Greining av Omikronvørri í Føroyum almannakunngjørd

Omikron smittar sera skjótt og illa, og kann eisini raka tey, sum eru koppsett 3 ferðir. Hinvegin, so gerast tey flestu ikki serliga sjúk av hesum variantinum. Hetta eru fyrstu varnu niðurstøðurnar hjá føroyskum granskarum og heilsustarvsfólkum í grein, sum var almannakunngjørd á heilsuvísindaportalinum Medrxiv Tollaksmessudag.

Høvundarnir eru Gunnhild Helmsdal, Olga K Hansen, Lars F Møller,  Debes H Christiansen,  Maria Skaalum Petersen og Marnar F Kristiansen.

Tey hava greinað allar staðfestu tilburðirnar í einum bólki av starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum, sum hittust til privat tiltak tíðliga í desember. 21 av 33 luttakarum vórðu smittað. Hetta hóast tey øll høvdu fingið 3 koppsetingar og høvdu eina negativa koronukanning, sum var minni enn 36 tímar gomul.  

Sjúkueyðkennini eru lýst og samanborin við vitan um undanfarnu variantarnar. Øll høvdu sjúkueyðkenni, eingin var asymptomatiskur. Úrslitini benda á, at færri missa smakk og luktisans enn áður. Yvirhøvur sær sjúkugongdin hjá teimum sum eru koppsett út til at vera mildari enn áður.

Heitið á greinin er: “Omicron outbreak at a private gathering in the Faroe Islands, infecting 21 of 33 triple-vaccinated healthcare workers.” Hon er fyribils almannakunngjørd sum preprint, tí hon er enn ikki javnlíkamett. Metingin av greinini er í gongd.   

Greinin kann frítt lesast her   

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.