Skriva út
Lagt út: 23.06.2023

Greining av eygleiðingum, kenslum og upplivingum í korunudagbókum

Erika Anne Hayfield hevur útgivið vísindaliga grein við heitinum “Resilience processes during lockdown: a diary study from the Faroe Islands”. Greinin er útgivin í tíðarritinum Scottish Geographical Journal

Greinin er úrslit av verkætlan, sum varð stuðlað av koronuátaki hjá Granskingarráðnum.

Greinin tekur støði í koronadagbókum, sum føroyingar skrivaðu, tá Føroyar fóru niður í ferð og alheimsfarsóttin, COVID-19, herjaði. Tveir dagar eftir, at Føroyar “lótu aftur”, í mars 2020, heitti Erika Anne Hayfield á fólk um at melda seg til at skriva dagbøkur. Hon bað tey greiða frá eygleiðingum, kenslum og upplivingum av at vera undir stongsli ella í “lockdown”.

Vanligt er, at kreppur verða fataðar í baksýni, men við dagbókatilgongdini bar til at fáa áhaldandi skjalfesting av støðuni hjá fólki, meðan farstóttin gekk. Í kanningini eru tilsamans 51 dagbøkur, umframt uppfylgjandi samrøður við ein triðing av luttakarum.

Í kanningini verður hugtakið Cosmology episode brúkt til at greina, hvussu fólk evnaðu til mótstøðuføri og funnu høpi í støðuni. Ástøðiliga kann mótstøðuføri í einari kreppu skiljast í stigum - frá meiningsloysi, síðani improvisering í støðuniendurskapan av meining og til seinast endurnýggjan av tilveruni.

Tá tilveran hjá fólki er hótt, og gerandisdagurin so grundleggjandi verður broyttur, sum undir koronu, fara mong at hugsa nærri um tilveruna. Í tilevningini av meining, í meiningsloysistiginum, skrivaðu mangir luttakararnar í kanningini um fortíðina, tað vil siga, hvaðani tey eru, søgur teirra ella um tey deyðu (t.d. forfedrar, støð og bygdir, har tey hava søguligt tilknýti). Men at skriva søguna aftureftir fyri at staðfesta og endurskapa samleika ber eisini í sær at skriva søguna frameftir. Tí umhugsaðu luttakararnir eisini framtíðina, tað vil siga, hvaðani tey, teirra kæru og heimurin var á veg. Tey skrivaðu nógv um, hví alheimsfarsóttin íkom, og hvussu vit menniskju eiga at laga okkum til ein nýggjan veruleika. At liva meira etiskt mótvegis øðrum og mótvegis nattúruni.

At vera lítið oyggjasamfelag hevði eisini við sær, at føroyski samleikin varð endurskoðaður og endurnýggjaður. Kenslan av av vera vard sum oyggjar í Norðuratlantshavi, landafrøðiliga avskorin frá øðrum londum, varð týðiliga orðað í dagbókunum – sum hugtaksliga verður kallað islandness.

Høvuðusniðurstøðurnar í greinini eru, at oyggjasamanhangurin hevur stóran týdning fyri tað mótstøðuførið, sum varð tilevnað. Hetta serliga í sambandi við staðseting (geografiskt fjarskotið), rúmd (pláss í náttúru og ótætt bústaðarviðurskifti), politikk (íroknað sjálvstýri), oyggjamentan, lítilleika og tættar relatiónir. Samanumtikið hevði føroyski samanhangurin stóran týdning fyri tilevnan av mótstøðuføri undir korona. Harumframt broyttust fatanir, kenslur og sambond millum fólk, stað og umheimin í hesi fyrstu tíðini av alheimsfarsóttini.

Atgongd til greinina fæst á hesum leinkinum, um tú ert á einum av granskingarstovnunum ella Landsbókasavninum. Onnur kunnu seta seg í samband við Eriku Anne Hayfield á erikah@setur.fo um tey vilja lesa greinina.