Skriva út
Lagt út: 21.11.2011

Greinar um fisk og fugl í altjóða tíðarritum

Eyðfinn Magnussen, lektari á Náttúruvísindadeildini, arbeiðir á fleiri ymsum økjum innan lívfrøði í Føroyum. Hann hevði herfyri tvær greinar í altjóða tíðarritum.

Onnur greinin, sum er um føði hjá toski, er útgivin í tíðarritinum ICES Journal of Marine Science. Heitið á greinini er: "Food and feeding habits of cod (Gadus morhua) on the Faroe Bank". Hesi greinini er Eyðfinn einasti rithøvundurin at. Greinin kann lesast her.

Hin greinin, sum er um gráspurvar, er útgivin í online tíðarritinum PLoS ONE.Heitið á greinini er: "Diversity, Loss, and Gain of Malaria Parasites in a Globally Invasive Bird". Her er Eyðfinn ein av fleiri høvundum. Greinin kann lesast her.

Les um Eyðfinn Magnussen í Heilagrunninum