Skriva út
Lagt út: 22.08.2019

Grein: Undirvísing er gagnlig fyri eginumsorgan og vitan um hjartaviknan

Ein vísindalig grein við heitinum “Knowledge about heart failure and self-care persists following outpatient programme – a prospective cohort study from the Faroe Islands” er nú almannakunngjørd í tíðarritinum ”Circumpolar Health”. Greinin byggir á eina granskingarverkætlan, ið er farin fram á Landssjúkrahúsinum í samstarv við Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskapasetri Føroya. Fyrstu høvundarnir eru Tóra Róin og Katrin á Lakjuni, sjúkrarøktarfrøðingar og master í heilsuvísindi, og greinin er skrivað út frá teirra masterritgerð.

Hjartaviknan er ein kronisk sjúka, sum hevur álvarsamar avleiðingar fyri sjúklingin og samfelagsbúskapin. Viðgerðin av hjartaviknan fevnir um ein farmakologiskan og ein non- farmakologiskan part, har eginumsorgan er mett sum lykilin til hægri lívsgóðsku, lægri mortalitet og færri innleggingar á sjúkrahús. Endamálið við greinini er at eftirmeta, um vitan um hjartaviknan og eginumsorgan hjá sjúklingum broytist eftir undirvísing, framd í ’Eindini fyri hjartaviknan’ á Landssjúkrahúsinum. Kanningin fatar um sjúklingar, sum nýliga hava fingið staðfest hjartaviknan í tíðarskeiðinum frá 1. januar 2015 til 1. januar 2017. Sjúklingarnir vóru fylgdir í ’Eindini fyri hjartaviknan’ og svaraðu spurnabløðunum ”European Heart Failure Self-care Behaviour Scale” og ”Dutch Heart Failure Knowledge Scale” við byrjan og eftir 3 og 9 mánaðum. Herumframt vórðu týðandi kliniskir og demografiskir faktorar skrásettir. Við í kanningini vóru 7 (15%) kvinnur og 40 (85%) menn, og úrslitini vístu, at vitan um hjartaviknan batnaði og at eginumsorgan hjá sjúklingunum somuleiðis batnaði frá byrjan til 3 mánaðar, og frá byrjan til 9 mánaðar. Somuleiðis sást samband millum eginumsorgan og vitan um hjartaviknan við byrjan. Niðurstøðan í greinini er, at undirvísing í ’Eindini fyri hjartaviknan’ er gagnlig fyri eginumsorgan og vitan um hjartaviknan sjúklingunum, og at sjúklingar sum búgva einsamallir, og ið hava høgan aldur, hava serstakan tørv á at vera fylgdir tætt. Ætlanin er at fylgja luttakarunum í kanningini aftur, fyri at staðfesta, hvørt tann bati, ið sæst eftir 9 mánaðum, varir við.

Granskingarverkætlanin varð fíggjað av Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum.