Skriva út
Lagt út: 05.04.2016

Grein um tarmbrunasjúkur í Føroyum 1960-2014

Turið Hammer og Kári Rubek Nielsen hava skrivað grein um gongdina við tarmbrunasjúkum í Føroyum frá 1960 og fram til 2014. Greinin er almannakunngjørd í tíðarritinum Journal of Crohn's and Colitis.
 
Tarmbrunasjúkur fevna um fleiri sløg við ymsum heitum: Crohn’s disease [CD], ulcerative colitis [UC], IBD unclassified [IBDU]. Í 2010 og 2011 kom kanning kallað ECCO-EpiCom fram til, at Føroyar høvdu hægsta títtleiki av tarmbrunasjúkum [IBD]: 83 tilburðir fyri hvørji 100.000 fólk. Hendan kanningin, sum er lýst í greinini metti um langtíðargongdina í títtleikanum av IBD tilburðum í Føroyum.

Í kanningini vóru upplýsingar fingnir frá Landssjúkrahúsinum og fevna um allar tilburðir av CD, UC, og IBDU skrásettir millum juli 1960 og juli 2014. Sjúklingar í øllum aldrum vóru tiknir við og sjíkugreiningarnar vóru gjørdar sambært Copenhagen Diagnostic Criteria.

Úrslitini vóru, at 664 tilburður av IBD sjúklingum vóru eyðmerktir.: 113 við CD, 417 við UC og 134 with IBDU. Av hesum vóru 51 [8%] børn, kallað PIBD. Í tíðarskeiðum 1960 til 1979 vóru 55 fólk skrásett, 105 í tíðarskeiðnum 1980–89; 166 í tíðarskeiðnum 1990–99; 180 í tíðarskeiðnum 2000–09; og 158 í tíðarskeiðnum 2010–14. Hetta visir eina øking í IBD títtleikanum frá 7, 25, 40, 42 til 74 fyri hvørji 100.000 fólk. Fyri CD var økingin frá 1 til 10, fyri UC frá 4 til 44, og fyri IBDU frá 2 til 21 fyri hvørji 100.000 fólk.

Niðurstøðan av kanningin er, at høgi IBD títtleikin er eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdi. Mett verður, at tað er ósannlíkt, at eygleidda økingin stavar frá betri skráseting. Kanningin bendir á eina veruliga og vaksandi byrðu, sum stavar frá broyttum, men enn ókendum, orsøkum.

Greinin kallast “The Faroese IBD Study: Incidence of Inflammatory Bowel Diseases Across 54 Years of Population-based Data”. Høvundarnir eru Turid Hammer og Kári Rubek Nielsen, Pia Munkholm, Johan Burisch og Elsebeth Lynge.

Sjúkrakassagrunnurin hevur játtað Turið Hammer stuðul til eina ph.d.verkætlan um tarmbrunasjúkur í Føroyum. Hon byrjar arbeiðið í næstum. Hon skal arbeiða við verkætlanini á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í samstarvi við Landssjúkrahúsið. Hon verður innskrivað til ph.d.lestur á Københavns Universitet.