Skriva út
Lagt út: 02.02.2016

Grein um Streptokokkus pyogens og handfaring av hesi bakteriu

Marita Debess Magnussen hevur saman við Shahin Gaini, Hannes Gislason og Karl G. Kristinsson útgivið eina vísindaliga grein um Streptokokkus pyogenes, vanliga nevnd group A streptokokkus. Henda bakteria er ofta atvoldin til hálsbruna. Greinin snýr seg um antibiotika mótstøðuføri ímóti hesi bakteriu í tí føroyska samfelagnum, samanborið við Ísland og Danmark. Greinin fortelur um, hvussu vit á bestan hátt handfara hesa bakteriu í mun til antibakteriuella viðgerð.

Greinin kallast: “Antibacterial resistance in Streptococcus pyogenes (GAS) from healthy carriers and tonsillitis patients and association with antibacterial sale in the Faroe Islands”. Hon er útgivin í tíðarritinum Acta Pathologica Microbiologica et Immunologica Scandinavica. Samandráttur kann lesast her

Marita Debes Magnussen arbeiðir við eini ph.d.verkætlan um antibiotikamótstøðuføri, sum er partvís fíggjað úr Granskingargrunninum. Les um verkætlanina her