Skriva út
Lagt út: 29.09.2015

Grein um sjey basaltiskar syllar í Føroyum

Jógvan Hansen, ph.d. í jarðfrøði, hevur skrivað grein um basaltiskar syllar í føroysku fláarøðini, sum nú er almannakunngjørd i tíðarritinum Tectonophysics. Greinin kallast “A numerical approach to sill emplacement in isotropic media: do saucer-shaped sills represent ‘natural’ intrusive tendencies in the shallow crust?”, Greinin kann lesast her.

Umfatandi útrokningarnar í greinini byggja í høvuðsheitum á eygleiðingar og uppmátingar av geometri/arkitekturi og fysiskum eginleikum yvirhøvur av sjey basaltiskum syllum í føroysku fláarøðini á Streymoynni, Eysturoynni og Svínoy-Fugloy.

Eitt sum eyðkennir nógvar av føroysku syllunum er, at tær frá teirra lægsta støði samanhangandi hava breitt seg úteftir og uppeftir, har teirra hall økist so líðandi frá næstan ongum í neðra til meira eyðsýnt hall, so hvørt sum tær náa hægri og hægri upp gjøgnum fláirnar, tær skera ígjøgnum (tó í mesta lagi 30 til 40 gradir). Fyribrigdir, sum líkjast, eru eisini kend frá basaltiskum syllum, sum koma fyri í leðugrýtistilfari bæði á landi og í “offshore” økjum víða um heim, men tað er ein grundleggjandi munur millum hesar og nógvar av teimum føroysku syllunum. Tá umræður syllar í leðugrýti, so verður roknað við, at hesar frá byrjan av taka seg fram úteftir og uppeftir frá teirra lægsta støði orsakað av at øll “yvirbyrðan” heilt upp til jarðaryvirflatuna lyftir seg upp, so hvørt sum syllar taka sg fram og tjúkna og harvið skapa “asymmetri” í strongdar-ásum rundan um teirra ytstu mørk, sum so í sínum lagi elva til at syllur byrja at “klatra”.

Tá umræður vøkstur/útbreiðslu av flestu av føroysku syllunum, so verða nýggj ástøðir løgd fram í hesari grein. Millum annað verður her ført fram, at um bert avmarkað strekkir av basalt fláum (t.d. 100, 200 ella 300 metrar) vinkulrætt yvir og undir ytstu mørkum av syllum (sum í fyrsta umfari helst bara eru fáar tíggjutals cm tjúkkar) verða ávirkaði, tá hesar troka seg fram, verður sjálv jarðar yvirflatan helst ikki ávirkað yvirhøvur. Ført verður eisini fram at “asymmetri” í strongdar-ásum við ytstu mørk av føroyskum syllum, sum var neyðugt fyri at syllur kundu “klatra” meðan tær vuksu, stavaðu frá at virðir av Young’s modulus (tvs. evnini hjá ymiskum føstum tilfari at trekkja seg saman ella at strekkja seg á elastiskan hátt uttan at brotna) so líðandi økjast fyri basaltiskt tilfar við økjandi dýpi í jarðarskorpuni. Við øðrum orðum, basaltiskt grót omanfyri ytstu mørk av vaksandi føroyskum syllunum trekkir seg meira saman, tá grótbræðing treingir/kílar seg fram, enn líknandi tilfar niðanfyri hesar somu syllum (grótbræðing bólgnar meira uppeftir enn niðureftir), soleiðis at “asymmetri” við teirra ytstu mørk fekk tær at benda uppeftir so við og við, so hvørt sum tær breiddu seg út. Tílík sermerkt fyribrigdi eru ikki staðfest fyri syllar nakra aðra staðni, tað ein veit um í løtuni.

Annað, sum eisini er heilt sermerkt við føroysku syllunum í mun til kannaðar syllar aðrastaðni í heiminum er, at staðfestar fóðurgongir til føroyskar syllar ganga á skák uppeftir og ikki vertikalt uppeftir, sum tær ein kennir aðrastaðni frá. Eisini er trakt- ella Y-formaði yvirgangurin frá fóðurgongdum til botn av føroyskum syllum heilt øðrvísi enn T-formaði yvirgangurin millum fóðurgongir og botn av syllum ein kennir aðrastaðni frá, so sum t.d. í ĺslandi.

Samanumtikið, so geva úrslit av granskingararbeiðinum, sum hendan greinin byggir á, heilt nýggjar ábendingar um hvussu syllur kunnu vaksa og breiða seg út í ovasta partinum av jarðarskorpuni.

Les um Jógvan Hansen í Heilagrunninum