Skriva út
Lagt út: 29.03.2017

Grein um samspæl millum fong og rovdjór útgivin

Í hesi vikuni kom grein frá Fiskaaling, University of Leeds og University of Hull út í vísindaliga tíðarritinum “PeerJ”. Greinin kallast “Disturbed flow in an aquatic environment may create a sensory refuge for aggregated prey” og er Open Access, so hon kann fritt lesast her 

Høvundarnir eru Ása Johannesen, Alison Dunn og Lesley Morrell.

Greinin snýr seg um, hvussu smá djór kunnu brúka órógv í rennandi vatni til at krógva seg frá rovdjórum. Tá djór í áum krógva seg frá rovdjórum, hjálpir ikki altíð, at tey ikki síggjast, tí rovdjórið kann nýta luktisans. Nógv djór í einum bólki avgeva meira lukt, og eru tískil lættari at finna. Hinvegin er hent at vera í einum bólki, tí ofta orkar rovdjórið ikki at eta øll djórini í bólkinum, ella kanska summi kunnu sleppa sær til rýmingar, meðan tey minni hepnu verða etin. Tískil eru mótstríðandi kreftir til staðar, har tað er gott at vera í einum stórum bólki, men ikki um bólkurin verður so stórur, at øll rovdjórini í grannalagnum koma til døgurða í heilum.

Í nýútgivnu greinini varð kannað, um tað bar til hjá djórum at fara í størri bólkar, uttan at blíva funnin, um har var órógv í vatninum, har tey vóru. Órógv í rennandi vatni spjaðir lukt yvir størri øki og ger tað ringari at finna fram til kelduna til luktin. Men er hetta órógv nóg mikið til, at djór kunnu savnast í størri bólkar, enn tey annars kundu?

Úrslitini í greinini vísa, at djór kunnu samla seg í størri bólkar uttan at blíva funnin, um órógv er í vatninum. Hetta merkir, at til dømis í áum við nógvum forðingum (so sum steinar), sum órógva, hvussu vatnið rennur, er lættari hjá djórum at samla seg í stórar bólkar at krógva seg fyri rovdjórum, samanborið við í jøvnum og møkum áum.

Ása starvast á Fiskaaling og granskar í atferð hjá rognkelsum. Nýútkomna greinin byggir á úrslit frá ph.d. verkætlanini hjá henni, sum varð liðug í 2013. Hendan verkætlanin varð lutvíst fíggjað úr Granskingargrunninum. Les um verkætlanina her