Skriva út
Lagt út: 28.06.2022

Grein um proteindrykkir og venjing til skurðsjúklingar við føðslutroti

Úrslit frá ph.d.-verkætlanini hjá Poulu Patursson um føðslutrot hjá skurðsjúklingum er almannakunngjørd í grein í tíðarritinum Nutriens.

Í greinin verður kanning um proteindrykkir og venjing til skurðsjúklingar við føðslutroti lýst og úrslitini verða løgd fram.

Kanningin gekk fyri seg á G4/A3 á Landssjúkrahúsinum. 45 sjúklingar í aldrinum 37-74 ár luttóku í kanningini, sum vardi 8 vikur.

Sjúklingarnir vóru býttir í tríggjar bólkar: Ein bólkur fekk proteindrykkir og kostráð, ein bólkur fekk proteindrykkir og venjing, meðan triði bólkurin, sum var kontrolbólkur, fekk vanliga viðgerð á deildini. Sjúklingarnir vandu hjá Bjartur Bernhardson Thomsen í fysioterapiini.

Úrslitini benda á onkrar ágóðar frá venjing og kosti hjá skurðsjúklingum við føðslutroti, eitt nú í mun til pínu. Tó vísa úrslitini ikki týðandi munir í støðuni hjá ymsu bólkunum

Greinin kallast Effects of Postdischarge High-Protein Oral Nutritional Supplements and Resistance Training in Malnourished Surgical Patients: A Pilot Randomized Controlled Trial og kann frítt lesast her.

Høvundarnir eru Poula Patursson, Grith Møller, Bjartur Bernhardson Thomsen, Eyðfinnur Olsen, Jann Mortensen, Guðrið Andorsdóttir, Magni Mohr og Jens Rikardt Andersen.

Kanningin er partur av ph.d.-verkætlanini hjá Poulu Patursson, sum kallast Malnutrition in surgical patients in the Faroe Islands: Screening and post-discharge nutrition and resistance training.

Verkætlanin er stuðlað av Sjúkrakassagrunninum.

Mynd: Poula Patursson og starvsfelagar á G4 (privatmynd)