Skriva út
Lagt út: 23.02.2023

Grein um nyttuna av hjálpartólum sæð frá brúkarunum

Turið Jacobsen, ergoterapeutur og master í heilsuvísindum, hevur saman við starvsfeløgum skrivað vísindaliga grein um nyttuna av hjálpartólum sæð úr brúkarasjónarhorni.

Greinin er grundað á kanning, sum Turið Jacobsen hevur gjørt við stuðl frá Granskingarráðnum úr Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum.

Turið Jacobsen sigur soleiðis um kanningina og greinina:

Tað eru bara fáar kanningar av nyttuni av hjálpartólum sæð úr brúkarasjónarhorni. Vitan um hetta er týdningamikið amboð fyri kliniska og og politiska ráðlegging og avgerðir.

Endamálið við hesari kanningini var at staðfesta, í hvønn mun eldri fólk uppliva færri trupulleikar við gerandis virksemi eftir at hava fingið einføld hjálpartól sum til dømis baðibonk og gonguhjálpartól.

Hetta var ein interventiónskanning við 52 luttakarum í aldrinum 69-93 ár.

Vit brúktu the Individually Prioritized Problem Assessment (IPPA) til at spyrja luttakararnar, hvørjar trupulleikar tey høvdu í gerandis virksemi, sum tey vildu brúka hjálpartól til. Tey kundu nevna upp til 7 trupulleikar. Út frá einum skala frá 1 til 10 skoraðu tey síðan, hvussu týdningarmikið einstaka virksemið var og hvussu trupult tað var at gera. Síðan varð søkt um hjálpartól, sum blivu innstillaði til teirra og sum tey fingu vegleiðing í at brúka. Tríggjar mánaðir seinni skoraðu tey aftur, hvussu trupult virksemið var, nú tey høvdu vant seg við at gera hetta við hjálpartólum. Munurin millum fyrru skoring og seinnu skoring vísti, hvørja nyttu hjálpartólini høvdu gjørt.

Úrslitini vístu, at trupulleikarnir sum heild vóru blivnir munandi minni og at nyttan sum heild var høg. Tó var stórur munur á nyttuni, t.d. vórðu nakrir virksemistrupulleikar loystir við t.d. baðibonki og songargrebi, so sum at fara í bað og koma í og úr song, meðan nyttan var skiftandi frá at vera stór til eingin av at brúka gonguhjálpartól til t.d. at flyta seg innandura ella at fara ørindi og túrar uttandura.

At brúka hjálpartól er ávirkað av bæði samanhangum við umhvørvið og persónligum viðurskiftum. Hendan kanningin vísti ikki, hvørji viðurskifti ávirkaðu úrslitini. Tí er tørvur á at gera eina kvalitativa kanning fyri at fáa neyvari vitan um, hvussu gomul fólk í Føroyum uppliva at fáa og brúka hjálpartól.

Greinin er almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum “Technology and Disability”.  Hon kallast: “Outcomes of Uncomplicated Assistive Devices with Older People: a Pretest–Post-test Intervention Study in a Small Community”. Samandráttur kann lesast her

Høvundarnir eru Turið B. Jacobsen, Gro Gade Haanes og Maria Skaalum Petersen.