Skriva út
Lagt út: 31.07.2014

Grein um Myastenia Gravis tilburðir í Føroyum

Poul Joensen, neurologur, hevur í juli grein um sjúkuna sjáldsomu sjúkuna Myastenia Gravis í tíðarritinum Acta Neurologica Scandinavia. Greinin kallast  "Myasthenia gravis incidence  in a general North Atlantic isolated  population".

Talan er um eina autoimmuna nervalagssjúku, sum ger at vøddarnir serliga í andlitinum møðast skjótt.  Frá 1986 til 2013 hava 12 fólk fingið staðfest sjúkuna í Føroyum. Hetta samsvarar væl við talið av tilburðum í Evropa, sum higartil hevur ligið uundir 10 fólk fyri hvørja millión.

Sambært Poul Joensen vita vit ov lítið um sjúkuna í Føroyum, og tí er vandi fyri, at allir tilburðir ikki verða staðfestir og viðgjørdir.

Nýggjar kanningar í Stórabretlandi, Norra, Italoa og Spania vísa, at tilburðirnir har eru tvær ella tríggjar ferðir fleiri enn higartil staðfest.

Greinin kann lesast her.

Hoyr samrøðu við Poul Joensen um kanningar hansara í Útvarpinum 16.6.2014