Skriva út
Lagt út: 30.04.2013

Grein um marknasemjur í altjóða lógarriti

Bjørn Kunoy hevur skrivað vísindaliga grein, ið er útgivin í seinastu útgávu av altjóðarættar tíðarritinum, Chinese Journal of International Law, 2013, vol. 13(1), ss. 125 - 142.

Greinin kallast "Agreed Minutes on the Delimitation of the Continental Shelf beyond 200 Nautical Miles between Greenland and Iceland in the Irminger Sea".

Greinin tekur støði í marknasemju ið fyri kortum varð gjørd millum Grønland og Ísland í sambandi við yvirskarandi landgrunskrøv uttan fyri 200 fjórðingar frá grundlinjunum. Hendan verður samanborin við marknasemjuna ið gjørd varð millum Føroyar, Noreg og Ísland í 2006 í sambandi við yvirskarandi krøvini norðan fyri Føroyar.

Les samandrátt av greinini her

Chinese Journal of International Law verður útgivið av Oxford University Press. Les meira um tíðarritið her

Les um Bjørn Kunoy í Heilagrunninum