Skriva út
Lagt út: 29.12.2020

Grein um langtíðar sjúkueyðkenni av COVID-19

Maria Skaalum Petersen hevur saman við øðrum rithøvundum givið út eina grein við heitinum “Long COVID in the Faroe Islands - a longitudinal study among non-hospitalized patients” í altjóða viðurkenda tíðarritinum Clinical Infectious Diseases. Les greinina her 

Øll, ið fingu staðfest smittu við COVID-19 frá mars til mai, í sonevndu fyrstu bylgju, vórðu boðin við í granskingarverkætlan at fylgja teirra sjúkugongd. Tey luttakandi vórðu ringd upp tvær til fimm ferðir, alt eftir nær tey fingu staðfest smittuna, og hvussu leingi tey kendu sjúku eyðkenni.

Av teimum 180 luttakarunum høvdu meir enn helvtin framvegis sjúkueyðkenni við seinastu samrøðu, sum var í miðal 125 dagar aftaná at smitta varð staðfest. Í akuttu fasuni, tað vil siga meðan tey høvdu COVID-19, høvdu 4% eingin sjúkueyðkenni (vóru sonevnd asymptomatisk). Tey mest vanligu sjúkueyðkennini í tí akuttu fasuni vóru møði, fepur, høvuðpína, kuldaskjálvtar og missur av lukti- og smakkisansi. Drúgvastu sjúkueyðkennini vóru møði, missur av lukti- og smakkisansi og pínu í liðum.

Hesi úrslitini vísa, at tað kann taka mánaðir, áðrenn sjúkueyðkenni eftir COVID-19 hvørva. Tí er tað týdningarmikið at halda á við at kanna sjúkueyðkenni aftaná COVID-19 eisini yvir longri tíð.

Høvundarnir eru Maria Skaalum Petersen, Marnar Fríðheim Kristiansen, Katrin Dahl Hanusson, Marjun Eivindardóttir Danielsen, Bjarni á Steig, Shahin Gaini, Marin Strøm og Pál Weihe.

Maria Skaalum Petersen, granskari hevur saman við Pál Weihe, yvirlækna og professara staðið fyri  granskingarverkætlanini um sjúkueyðkenni og seinárin av COVID-19 í Føroyum.

Kanningin er fíggjað av p/f Krúnborg og Borgaratún.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.