Skriva út
Lagt út: 04.05.2020

Grein um landgruns rættarviðurskifti

Í nýggjastu útgávuni av Asian Journal of International Law telist grein hjá Bjørn Kunoy, adjungeraðum professara í altjóða lóg á Fróðskaparsetri Føroya. Greinin nevnist ”Classification of Seafloor Highs according to Legal Hermeneutics”.

Talan er um vísindaliga grein, ið útgreinar rættarviðurskifti, ið avgera undir hvørjum umstøðum ytrilandgrunsrættindi kunnu røkka útum eina 350 fjórðingslinju frá grunnlinjunum at rokna.

Sambært havrættarsáttmála Sameindu Tjóða hava strandalond fullræðisrættindi til at troyta øll ráevni á landgruninnin. Landgrunnurin kann strekkja seg út til 200 fjórðingar frá grundlinjunum um landgrunsrondin ikki røkkur longur út enn ta fjarstøðu. Hinvegin, um landgrunsrondin røkkur longur út enn 200 fjórðingar hava strandalond rætt til sokallaðan ytra landgrunn. Ein ytri landgrunnur kann tó verða avmarkaður til 350 fjórðingar frá grunnlinjunum, uttan mun til hvørt landgrunsrondin røkkur longur út. Hinvegin, undir ávísum umstøðum, og ikki serliga greiðum altjóðarættarliga ásetingum, ber til at áseta ytri landgrunsmørk ið strekkja seg longur enn 350 fjórðingar frá landi.

Ásetingarnar í havrættarsáttmálanum viðvíkjandi treytunum ið liggja til grundar fyri at tillutta fullræðisrættindi til ráevni uttan fyri 350 fj linjuni frá grunnlinjunum eru als ikki greiðar; kanska heldur tvørturímóti. Í sær sjálvum er tað ikki óvanligt, tá ið talan er um millumtjóðasáttmálar, eftirsum at tað er ein sannroynd, at ógreiðar orðingar í sáttmálatekstum oftani er einasti háttur at finna semju um sáttmálatekst. Galdandi ásetingin í havrættarsáttmálanum viðvíkjandi rætti at áseta landgrunsmørk uttan fyri 350 fjórðingar frá landinum er einki undantak í so máta. Tó hevur evnið stóran almennan áhuga. Hesin spurningurin avger partvíst, hvørt rætturin at útvinna ráevni á havbotninum uttan fyri 350 fj frá grunnlinjunum er fullræðisrættur hjá fullveldisríkjum ella er ogn hjá mannaættini, ið verður umsitin av altjóða havbotnsstovninum í Kingston, Jamaika.

Talan er um ein lutfalsliga ótroyttan vísindaliga spurning, sum Bjørn Kunoy útgreinar í hesi grein. Eingin dómsúrskurður er at stuðla sær beinleiðis at. Sostatt er í ávísan mun talan um eina framlítandi altjóðarættarliga greining, ið tekur støði í altjóða siðvenju sáttmálatulkingarrætti.

Samandráttur av greinini sæst her

Asian Journal of International Law verður útgivið av Cambridge University Press og ritstjórnað av Asian Society of International LawRitið telist millum tey stóru altjóðarættar tíðarritini.